Seks fáa stuðul til yrkisleiklist

Eitt heimskent operaverk, “Ó – søgur um Djevulskap” og ein serføroysk dansisýning. Hesar eru nakrar av framførslunum, sum føroyingar kunnu gleða seg til at síggja á palli í framtíðini. Tað er greitt, nú stuðul er latin yrkisleiklist fyri 2021.

Sjey umsóknir komu inn, og søkt varð um tilsamans góðar 990.000 kr. Av hesum fingu seks umsóknir játtandi svar, og øll játtanin, ið er á 650.000 kr, varð býtt ímillum hesar.

Tað er Leiklistaráðið, ið gevur Uttanríkis- og mentamálaráðnum til- og frámæli um stuðul til yrkisleiklist, og Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur fylgt tilmælunum.

Tey, ið fingu stuðul til yrkisleiklist eru hesi: 

Tvazz/Gunnvá Zachariasen: Ó, søgur um djevulskap - 180.000 kr

Det Ferösche Compagnie: Lykkenborg - 170.000 kr

Opera.fo v/ Annfinn Heinesen: Norðurlendskt samstarv um heimskent operaverk - 130.000 kr

Rúna Volmarsdóttir Højgaard: Dansiframførsla - 100.000 kr

Leikarafelag Føroya: Eftirútbúgvingarskeið - 35.000 kr

Gunnvá Zachariasen: Richard III - 35.000 kr 

Leiklistaráðið skal taka støði í listarliga og/ella mentanarliga ágóðanum, sum verkætlanirnar hava á føroyska yrkisleiklist, og ráðið grundar síni tilmæli á ítøkiliga listaliga dygd, leiklistarligar førleikar, verkligar fyrireikingar og verkligt gjøgnumførbari.