Seinasti møguleiki at vitja savnið hjá Birgari

Birgar Johannessen lat í fjør Tórshavnar býarsavni allar lutirnar í privata savni sínum.

Birgar hevur altíð havt áhuga fyri gomlum lutum, og fór undir eitt miðvíst innsavningararbeiði fyrst í nítiárunum. Lutirnir, ið Birgar hevur savnað, siga eina søgu um fólkið og virksemið í Havnini gjøgnum tíðina. Í savninum eru t.d. sellokassin og diregentpinnurin hjá Bakar Hansen, maðurin sum legði lunnar undir Havnar Hornorkestur og GHM - Føroya fyrsta harmoniorkestur, ið varð stovnað til minnis um hann. Eisini eru ljóðførini hjá Simma og teimum, sum vóru nýtt til innspælingina av "Rasmus" í savninum, umframt hópin av føroyskt framleiddum vørum og lutum. Bert fyri at nevna nakrar fáar lutir úr savninum!

Arbeitt verður við at útvega Tórshavnar býarsavni høli til fast framsýningarvirksemi, og teir gott 1000 lutirnir frá Birgari verða partur av føstu framsýningini hjá býarsavninum.

Framsýningin hjá Birgari stendur í gamla Tórs Kafeteria eitt stutt bil afturat. Í hesum sambandi verður opið hvønn dag til 3. mai millum kl. 14 - 17, og fyri skúlum og stovnum fyrrapartin.

Tórshavnar býarsavn

[cid:image003.png@01D4EDF8.D09428B0]

Niels Finsengsgøta 38 (Tíðaravmarkað framsýning) Tel. 302090