Seinasta skeiðið á hesum sinni

Tað seinasta “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðið á hesum sinni verður hildið í Tórshavn mándagin og týsdagin í komandi viku.
 
Skeiðið verður hildið av EUC Nordvest á Hotel Tórshavn mánadagin 23. og týsdagin 24. september. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.
 
Fleiri skeið av hesum slagnum hava verið hetta seinasta árið, og tað tykist sum at marknaðurin fyri skeiðinum er mettaður. Tí verður hetta tað seinasta skeiðið á hesum sinni.
 
Tað er enn okkurt pláss eftir, og tað ber til at melda til á industry@industry.fo við at upplýsa á skeiðsluttakara:
 
Navn
Føðingardag
Telefonnummar
Teldupost
Fyritøku
 
Er skeiðsluttakari limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

Les meir um Vitan her.