Stuðlar hjá Rakul og Johan Dalsgaard víðka nú innsavningina av undirskriftum til at fevna um alt landið
Tíðindaskriv
Higartil er innsavning av undirskriftum bert farin fram í Suðuroy og á netinum, men nú hava fólk tikið seg saman og fara at leggja undirskriftirnar út kring alt landið.
Ætlanin er, at undirskriftirnar skulu latast Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í landbúnaðarmálum.
Í áheitanini til landsstýrismannin stendur:
Undirritaði tekur undir við, at Johan Dalsgaard festir Fámara. Johan hevur búð í Fámara í trý ár, har hann hevur víst í verki, at hann bæði hevur førleikar, vitan og áræði at dríva festið á ein skilagóðan hátt. Eg vil við mínari undirskrift, stuðla honum í at menna eitt alternativt, landbúnaðar-, ferðavinnu og sosialt tilboð, sum enn er eindømi í Føroyum.