Sáttmálin um Skúlan á Fløtum undirskrivaður

Høvuðsarbeiðstakarasáttmálin um Skúlan á Fløtum er nú undirskrivaður. Í dag hava Tórshavnar kommuna og samtakið Articon – Búsetur Í/F skrivað undir høvuðsarbeiðstøkusáttmála fyri bygging av skúlabygningi á Fløtum.

17. november 2016 skrivaðu Tórshavnar kommuna, ráðgevarasamtakið Eind Í/F og Samtakið Articon–Búsetur Í/F við undirarbeiðstakarunum P/F Maria Poulsen og Sp/f Install undir partalagsavtalu, og farið var undir fasu 1, har verkætlanin hevur verið gjøgnumgingin og tillagað og endaligi byggikostnaðurin ásettur.

Handverkaraútreiðslurnar í høvuðsarbeiðstakarasáttmálanum eru ásettar til 247 mio.kr. Hartil koma aðrir kostnaðir til ráðgeving, innbúgv o.a.

20. des. skrivaðu Samtakið Articon-Búsetur Í/F og Tórshavnar kommuna undir arbeiðstakarasáttmála um jørðarbeiðið til stóru skúlabyggingina á Fløtum. Byrjað var uppá tað arbeiðið í endanum av februar og tað er nærum komið á mál.

Avgrevsturin av økinum var longu framdur í fjør summar, eftir at hakin var settur í 23. mai 2016. Skúlin er teknaður og projekteraður av ráðgevarasamtakinum Eind Í/F.

Sambært tíðarætlanini verður samlaði bygningurin klárur at taka í nýtslu tíðiliga á sumri 2020. Talan er um ein bygning til skúla og frítíðarskúlaendamál, umframt annað mentanarligt virksemi, herundir eina ítróttahøll við áskoðaraplássi.

Í skúlanum koma at vera umleið 850-900 næmingar og eini 100 starvsfólk.

Lesið meiri um verkætlanina her: http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1416