SÁTTMÁLI UM BIRKILUND UNDIRSKRIVAÐUR

Tað var hátíðarløta í Birkilund fríggjadagin, tá sáttmálin millum kommununa og Húsavarðartænastuna varð undirskrivaður.


Tað var í mai í ár, at arbeiðið at høvuðsumvæla dagstovnin Birkilund varð boðið út. Arbeiðið varð boðið út til tveir arbeiðstakarar og eitt tilboð kom inn, tað var frá Húsavarðatænastuni. Allar veitingar eru við í tilboðnum, samstundis sum stovnurin verður umvældur soleiðis, at atlit verða tikin til tey krøv, sum í dag verða sett til bjálving, el, ventilatión osv.



Arbeiðið er mett at taka 10 mánaðir og alt arbeiðið kann eftir ætlan verða liðugt til 1. august 2015. Málið var samtykt í bæði fíggjarnevndini og í býráðnum seinasta hóskvøld, og longu fríggjadagin varð sáttmálin við Húsavarðartænastuna undirskrivaður.