Sáttmáli gjørdur fyri starvsfólk á Føroya Tele

Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava seinnpartin í dag gjørt semju fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Tele. 

Partarnir hava gjørt ein 2 ára sáttmála, ið byggir á sama karm, sum fyri onnur sáttmálaøkir fyri sama tíðarskeið. 

Starvsmannafelagið gjørdi tó púra greitt heilt frá byrjan av í samráðingunum, at felagið ikki vildi góðtaka, at lønarhækkingin ikki kom í gildi fyrr enn tríggjar mánaðir eftir, at sáttmálin kom í gildi. Altso at tíðarskeiðið fyri lønarhækkingina fyrsta árið bert var 9 mánaðar. 

- Hetta hildu vit fast við, og tað eydnaðist at bróta hesa óhepnu og keðiligu gongdina, sum er komin inn síðani mai mánaða í ár, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. 

Lønin hækkar í sáttmálaskeiðnum soleiðis:

1. januar 2021 hækkar lønin við 1,5375%.

1. januar 2022 hækkar lønin fyrst við 0,5125% roknað av lønini ultimo 2020, og við støði í hesum hækkar lønin síðani við 1,25%. 

Harumframt eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum. 

Semjan kann lesast her