Sáttmálatryggjað rættindi í tunnum tráð

Ei undur í at manningarfeløgini eru ill og hørm um ‘rættindahavara’ hugtakið
í lógini um sjófeingi, har skipanin við veiðiloyvum tengd at skipum eisini er
avtikin — feløgini eru við at missa eftirlitið við sínum sáttmálaviðurskiftum.



Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag eru sum skilst í
øðini og skelkað av tí sum tann nýggja lógin um sjófeingi inniber fyri teirra
limir, ikki minst tá tað kemur til at kunna halda eftirlitið við at hýrur verða
goldnar sambært galdandi sáttmálar. Trupulleikin stendst serliga í sambandi við
at skip verða leigað til fiskiskap av pørtum sum nú kallast ‘rættindahavarar’ í
sambandi við menningarkvotur og kvotur keyptar umvegis uppboðssølu.



Ein ‘rættindahavari’ er nevniliga ikki neyðturviliga eitt fiskireiðarí og hevur
tí heldur ikki neyðturviliga nakran sáttmála við manningarfeløgini. Tað sum
fyrr kallaðist veiðiloyvi, og sum sambært lóg altíð var tengt at skipi — og
harvið eisini var umfatað av sáttmálum millum reiðarí og manningarfeløg — er
snøgt sagt ikki til í tí nýggju lógini.



Soleiðis eru manningarfeløgini nú, í teimum førum ‘rættindahavarin’ ikki er
eitt fiskireiðarí, vorðin avbyrgd frá annars sáttmálabundnum innliti í
viðurskifti kring avtalur um prís á landaðum fiski — hóast teirra hýrur júst
eru treytaðar av hesum prísi.



Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava sum skilst
gjørt vart við hendan trupulleika yvir fyri Vinnunevndini í Løgtinginum, men
enn er ógreitt hvat ið politikararnir ætla ella ikki ætla at gera við málið.



Eins og vit hava víst á fyrr á hesum bloggi, meinar Fiskimannafelagið eitt nú
at ósamsvar í fleiri førum hevur verið millum lóg og praksis í sambandi við
útlutan av veiðirættindum, umframt at ógreiði valdar viðvíkjandi eftirliti við
at lógin verður hildin. So mikið tykist greitt: uttan mun til um lógin verður
fylgd ella ikki, so eigur umsitingin á Fiskimálaráðnum sína ábyrgd, ella í
minsta lagi eina skyldu at greiða frá týðiliga og klárt hvussu hesin
problematikkur hongur saman eftir teirra bestu sannføring.



Júst fakfeløgini
“Tað vísti seg at tað var ikki rætt at loysa veiðiloyvið frá stálinum,”
staðfestir Jan Højgaard, formaður Fiskimannafelagsins, í einum skrivi undir
heitinum “Veiðiloyvi mugu aftur á skipini.”



Les meira: https://www.fiskivinnan.com/2019/06/sattmalatryggja-rttindi-i-tunnum-tra.html#more