Sáttmálasamráðingarnar við arbeiðarafeløgini halda fram

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava longdu hósdagin, sáttmálan í eina viku.
 
Hetta merkir, at sáttmálarnir, sum 24. apríl vóru longdir til 15. mai, nú eru longdir til fríggjadagin 22. mai á midnátt.
 
Partarnir eru til samráðingar hesa vikuna, og hildið verður fram í komandi viku.