Sáttmálasamráðingarnar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini byrjaðar

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini eru nú farin undir at samráðast um sáttmálarnar partanna millum.
 
Týsdagin í farnu viku handaðu Reiðarafelagið fyri Handilsskip, og tey trý manningarfeløgini, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag krøv til komandi sáttmálasamráðingar.
 
Tríggir sáttmálar eru fyri hvørt felag – ein høvuðssáttmáli, ein sersáttmáli fyri størri skip í frálandavinnu og ein sersáttmáli fyri smærri skip í frálandavinnu. Av tí at øll trý manningarfeløgini samráðast saman, er sostatt talan um tilsamans níggju sáttmálar, sum skulu fáast uppá pláss.
 
Næsti samráðingarfundur var ásettur at verða í gjár. Haðani er ikki frætt nakað enn.