Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini byrja beint eftir páskir

VINNUHÚSIÐ: Samráðingarnar verða skipaðar við jøvnum samráðingarfundum millum partarnar inntil 1. mai, tá sáttmálin gongur út, og nýggjur skal koma ístaðin.


Samráðingarnar um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelg. Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað er við hesar samráðingar, at karmurin verður fastlagdur. Hesar samráðingar eru sostatt grundarlagið undir øllum teimum fylgjandi samráðingunum í hesi samráðingarrunduni. Hvussu langar samráðingarrundurnar eru, er tengt at, nær sáttmálarnir ganga út, men er hetta vanliga 2 ár.


Samráðingarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við arbeiðarafeløgini verða førdar av nevnd felagsins saman við umsitingini. Samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.


Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur her á heimasíðuni lagt kunning um gongdina í eini vanligari samráðingartilgongd. Her verða eisini løgd tíðindi út, so hvørt okkurt nýtt er at frætta frá samráðingunum.