Sáttmálasamráðingar merktar av rutinu

GRANSKING: Persónlig kemi og felags bakgrund kunnu hava stóran týdning fyri úrtslitið, tá ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum royna kreftir við samráðingarborðið. Samráðingarnar eru eisini nógv merktar av rutinu, við tað at karmarnir fyri lønarvøkstri eru ásettir frammundan, sigur Búi Petersen, ið hevur granskað í umhvørvinum kring sáttmálasamráðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum
 
Kári Mikkelsen, journalistur
 
Norðurlond verða oftani tikin fram sum jalig dømir um samfeløg, ið eru skipaði til gagns fyri flest møguligar borgarar. Ikki minst tá ræður um arbeiðsmarknaðin við tí serliga norðurlendska modellinum, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir avgreiða lønar- og sáttmálaviðurskifti, og har lóggevandi valdið spælir lítlan leiklut.
 
Soleiðis er ikki allastaðni, og í veruleikanum er hetta norðurlendska fyribrigdið við einum sjálvskipaðum arbeiðsmarknaði rættiliga sjáldsamt. Í øðrum londum, eitt nú USA og Kanada, eru karmarnir á arbeiðsmarknaðinum at virka undir í nógv størri mun lógarásettir.
 
Fluga á vegginum
Búi Petersen hevur nýliga skrivað phd-ritgerð um hvussu sáttmálasamráðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum fara fram. Enska heitið á ritgerðini hjá Búa Petersen, sum hevur lisið á Memorial University of New Foundland í St. Johan, har hann nú starvast er: Structure and agency in bargaining: Practice, Routines, Truce and individual dirrerences.”
 
Búi er úr Havn. Hann hevur í Bretlandi, Hollandi og seinastu mongu árini í Kanada.
 
Í sambandi við granskingarverkætlan sína eygleiddi hann samráðingarnar millum fleiri fakfeløg og arbeiðsgevarasíðuna. Sum eitt slag av ´flugu á vegginum´ slapp hann at fylgja samráðingunum í 2016 handan leiktjøldini. Hann slapp m.a. at við inn í fundarhølini, har bert samráðingarpartarnir vanliga hava atgongd.
 
Eygleiðingarnar vóru sostatt gjørdar áðrenn rokið á arbeiðsmarknaðinum seinasta vetur við nógvum verkføllum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum á mangan hátt vendu upp og niður uppá gomul mynstur.
 
Í síðsta mánaða hevði Búi Petersen eina framløgu í Smæruni fyri nevndunum og umsitingunum í Fakfelagssamstarvinum, sum er eitt samtak av seks fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
 
Septembersemjan legði lunnarnar
Føroyski granskarin legði fyri við at vísa á ósemju sum eitt hugtak, ið krevur samráðingar fyri at vera loyst. At tað natúrliga liggur ein innbygd ósemja millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, tí fyrrnevndu ikki eru áhugaðir at geva frá sær meira hægst neyðugt, meðan arbeiðstakarar hinvegin krevja best møgulig lønar- og arbeiðskor.
 
Um okkara leiðir var sonevnda Septembersemjan í Danmark í 1899 avgerandi fyri ta skipan, sum vit kenna í dag. Semjan kom í kjalarvørrinum av tí mest víðfevnda arbeiðsmarknaðarstríðnum í Danmark nakrantíð, sum vardi frá mai til september hetta árið.
 
Semjan, ið varð gjørd millum tátíðarinnar Dansk Arbejdsgiverforening (DA) og Fagbevægelsens Hovedorganisation (FH), var søgulig, tí úrslitið gjørdist, at arbeiðsgevarafelagið góðkendi rættin hjá løntakarum at skipa seg í fakfeløg og at fara í verkfall. Samstundis góðtók fakfelagsrørslan rættin hjá arbeiðsgevarum at leiða og skipa arbeiðið.
 
Meginreglurnar í 120 ára gomlu avtaluni eru framvegis grundarlagið, ið øll skipanin á arbeiðsmarknaðinum enn byggir á. Somu meginreglur eru galdandi í Føroyum, hóast tað ikki finst nøkur tilsvarandi avtala her. Og skipanin hevur skapt samfelagsligan stabilitet:
 
- Burtursæð frá nøkrum fáum undantøkum, hevur tað eyðkent viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum at tey hava verið bæði friðarlig og støðug seinastu mongu árini, sigur Búi Petersen.
 
Formurin telur
Kortini kann tað taka langa tíð at koma til sættis um nýggjan sáttmála. Men tá er tað kanska meira formurin í samráðingum, sum spælir inn, vísir føroyski granskarin á.
 
- Formurin hevur rættliga stóran týdning. Tað er næstan sum ein obligatoriskur dansur, sum onkur samráðingarfólk kalla tað, har tað eru ávísar spælireglur, sum tey flestu eru samd um, uttan at tey endiliga tosa um tær. Tað snýr seg ikki bara um samráðast um ítøkiligu viðurskiftini, og tað hevur eisini stóran týdning at brúka tíð upp á at merkja hvønn annan á tonnunum. Oftani royna partarnir fyrst at fáa í lag ein góðan stemning, áðrenn farið verður víðari til veruligar sáttmálasamráðingar, sigur føroyski arbeiðsmarknaðargranskarin.
 
Huglag og kemi
Búi Petersen vísir á, at forstáilsið millum partarnar hevur nógv at siga fyri, hvussu fundirnir verða skipaðir, og hvar teir verða hildnir.
 
- Hetta við umstøðunum og stemninginum hevur stóran týdning fyri samráðingarhuglagið. At partarnar tosa um annað enn tað reint fakliga, er ógvuliga virðismikið. Okkurt dømi er um, at samráðingarfólkini eru farin á útferð saman, tá tað stóð eitt sindur í botni við at gera framstig. Afturkomin til samráðingarborðið gingu samráðingarnar munandi betri, sigur Búi Petersen.
 
Góð persónlig kemi millum samráðingarfólkini kanna eisini hava rættuliga avgerandi týdning fyri samráðingarúrtslitið. Og í so máta kann tað eisini hava týdning, at partarnir hava nakað í felag og so at siga tosa sama mál:
 
- At hava líknandi sosiala, útbúgvingarliga og fakliga bakgrund ger, at nógv fólk tosa sama mál og skilja hvønn annan, sigur Búi Petersen.
 
Hesin framferðarháttur í okkara parti av heiminum er møguliga eitt sindur serstakur. Í øllum førum í mun til eitt nú USA og Kanada, vísir føroyski granskarin á.
 
- Í onkrum londum er tað rættiliga lógarbundið, tí partarnir eru í stóran mun bundnir at halda nakrar ásettar spælireglur, har sjálv lógarásetingin er avsettið fyri at koma í gongd við samráðingarnar. Tað ber tí ikki til bara at sita og bíða eftir hvørjum øðrum. Tú ert noydddur at brúka alla tíðina, sum er at ráða yvir til veruligar samráðingar, sigur Búi Petersen.
 
Hann vísir eisini á, at her um okkara leiðir eru fakfeløgini góðtikin sum ein týdningarmikil partur, ið er við til at tryggja eitt væl virkandi samfelag, men soleiðis er ikki allastaðni.
 
- Nógvastaðni eru fakfeløgini illa lýdd og fáa harða mótstøðu frá ymsum pørtum. Hetta ger sjálvandi, at tey í stóran mun standa veikari.
 
Búi Petersen heldur ongan iva vera um, at verkfalsrætturin framvegis er eitt sterkt amboð hjá fakfeløgunum, tí hetta hevur stóra ávirkan á viljan hjá arbeiðsgevarunum at koma til sættis við verkafeløgini um nøktandi sáttmálar.
 
Rutina stýrir samráðingunum
Eitt gjøgnumgangandi eyðkenni fyri sáttmálasamráðingar er rutinan, sum í stóran mun stýrir samráðingunum.
 
- Tey luttakandi samráðingarfólkini hava oftani eina kenslu av, at tey hava ov lítla ávirkan, tí karmarnir eru lagdir fastir frammanundan og stýra so at siga øllum. Hetta ger sjálvandi, at summi kanska hava torført við at seta seg upp til samráðingarnar. Eg havi hoyrt onkran sagt: Hví ólukkan skulu vit yvirhøvur samráðast, tá alt er avgjørt frammanundan?, greiðir Búi Petersen frá.
 
Tað kann vera bæði gott og ilt, at rutinan við karminum hevur so stóra ávirkan, heldur føroyski granskarin. Hann vísir á, rutinan er við til at skapa støðugleika og frið, men elvir eisini til stívleika og trekleika. Eisini minkar rutinan beinleiðis um ávirkanina á vald og styrki. Bæði sum heild og hjá tí einstaka. Hinvegin tykist rutinan at fastlæsa søguligt vald og styrki og harvið søguligar ójavnar.
 
Útsagnir frá samráðingarfólkunum 
"
Sum liður í granskingini fylgdi Búi Petersen samráðingunum í 2016. Hann tosaði við umboð fyri fakfeløg og arbeiðsgevarasíðuna og var við til sáttmálasamráðingarnar hjá fleiri feløgunum.
 
Í framløgu síni fyri fakfeløgunum herfyri endurgav hann sumt av tí, sum hann hevði hoyrdi partarnar siga um sáttmálasamráðingarnar  - og mótpartin. Her eru nøkur sitat:
 
”Á hendan hátt, sum vit samráðast, fara vit ongantíð at kunna lyfta nakað ávíst øki. Tað letur seg rætt og slætt ikki gera. Tað einasta, sum hendir, er, at vit økja um munin millum tey, sum eru hægri lønt, tí hini fara lutfallsliga longur fram um okkum hvørjaferð, vit samráðast. Í mínari verð kann hetta ikki góðtakast. Fyri tað um man søguliga einaferð var lægri løntur, so kann tað ikki passa, at vit altíð skulu vera tað.”
“Á summum fundum hendir púrt einki. Og tá er tað hendan testin, sum man eisini skal duga við at sita tigandi og einki siga. Tá man hevur sagt tað, sum man vil siga, og hini ikki hava svarað, so situr man bara og bíðar og bíðar. Eingin sigur nakað.”

“Vit gjørdu ein túr saman, og øll vóru ikki við, men tað riggaði kortini, tí vit skaptu eitt klima, har vit tordu at snakka eitt sindur betri saman. Og tað eydnaðist tá fyri fyrstu ferð í evigheitir at fáa ein sáttmála ígjøgnum uttan semingsmenn.”

“Tað keðiligasta við forsamlingini hinumegin borðið er, at tey eru so óluksáliga fitt. Hvør fittari enn annar, so tað verður keðiligt at skula fara at siga við tey í morgin: Tit, eg havi hugsað um hatta har, men tað gongur ikki. Sjálvt um tað ber til á pappírinum, so gongur hatta ikki. Ja, tað var ordiliga keðiligt.”

”Um man skal hava eitt betri úrslit enn tað, sum sæst beinleiðis á karminum, so er kynstrið at samráða seg til okkurt, sum liggur goymt millum linjurnar. Nakað, sum ikki ber til at rokna seg fram til kostnaðin av.”
 
"