Sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini longdur

Semingsmaðurin hevur koyrt partarnar aftur til samráðingarborðið

Semingsmaðurin var tilkallaður í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini. 
 
Eftir at hava tosað við báðar partar metti semingsmaðurin, at partarnir ikki vóru komnir nóg langt í samráðingunum, og hann heitti tí á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið. 
 
Samráðingarnar halda sostatt fram, og sáttmálarnir eru longdir til  9. mai á midnátt.