Sat í spennitroyggju í 20 tímar

Í fleiri ár hava vit viðgjørt Páll Súna Joensen, sum í eini roynd at fáa at vita hvat var hent honum tey árini, hann var doyvdur frá hesum heimi, varð meldaður fyri at hava hótt leiðandi yvirlæknan á psykiatriska deplinum, sum bara ikki vildi svara spurningum frá svínoyinginum, sum býr í Lopra.


Vit hava fyrr skrivað um, at Páll Súni gjørdi vart við sína støðu á ein serligan hátt. T.d. gekk hann út á Akrar, til táverandi landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, i berum undirbuksum. Bara konan var heima. Hann gekk eisini í berum undirbuksum heim til Hergeir Nielsen, táverandi tingformanni.


Tað eydnaðist at fáa Páll Súna Joensen, dømdan ein viðgerðardóm, tí hann spurdi ov nær um síni egnu viðurskiftir. Tað bar ikki til. Annað jólakvøld varð hann provokeraður av lækna, sum hevði logið um hann, og endaði í spennutroyggi í 20 tímar. Har lá hann og pissaði undir seg.


Har var løgregla, Karin Kjølbro, frá Kriminalforsorgini og fleiri onnur. Tað var ikki jólgás tey høvdu í næsagluggunum, men súrt piss frá manni, sum sigur seg vera píndan...


Lesið alt um hesa hending í pdf´blaðnum, sum kemur út í komandi viku.