Sandoyggin ongan góðan í samgonguni!

Fyri fyrstu ferð í eitt mannaminni hava vit eina samgongu, sum als ongar pengar setur av til Sandoynna í einum samgonguskeiði. Vitandi um at oyggin hevur ovurhonds avbjóðingar við fólkafráflyting, alt ov fáum ungfólki, og veikum vinnulívi, velur henda karga samgongan frá, alt sum hevur við Sandoyar Sýslu at gera.


Eingin vakstrarætlan, eingin nýggjur Sildberi, eingin Dalstunnil, eingin Listaskúli, ongar ábøtur í Sandslíð. Omaná boðaði Jóhan Dahl frá í tinginum, at hann heldur fast um at síðstu túrarnir hjá Teistanum skulu takast burtur.


Sjálvur hevði eg ikki vantað mær meira frá Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Teir hava jú greitt boða frá at teir ikki taka undir við Sandoyartunlinum, og nú vísa teir at teir heldur ikki taka undir við nøkrum øðrum mennandi virksemi fyri Sandoynna. Miðflokkurin roynist ”best” sum etiskur dansari, men eg hevði kortini rokna við at økissosiala hjartað, var heitari. Fólkaflokkurin hevur, og fer altíð at tosa søk teirra sterkastu. Tí undrar tað als ikki meg at tey frávelja veikasta økið í landinum. Tað er helst natúrligt fráfall tykist hugsanin at vera. Men tað undrar meg at so nógvir Sandoyingar áhaldandi lata seg lumpa av teirra lyftum.


Samgongan hevur í langtíðarætlanini sett 5 mió. av til Sandoyartunnilin í valárinum 2015. Allir Sandoyingar vita hví!


Og jú, nú mundi eg gloymt oljutangan hjá Kára P. til Skúvoyingar. Hann er einasti batin Sandoyar Sýsla fær frá hesari samgonguni, og tað sigur helst meira enn nakað annað.


Páll á Reynatúgvu