Samvitskufangin: Eg eri undir tvingsli

Tú sleppur ikki leysur fyrr enn tú hevur slept kæruni í móti løgregluni, og at tú lovar ikki at seta fram kritikk í móti Setrinum. Soleiðis greiðir Sergei Vorobyov, okkum frá av stongdu deildini á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Tá ongar læknaligar grundgevingar eru fyri at halda honum undir tvingsli, er talan um eina politiska støðu. Tað staðfestir hann sjálvur. Blaðið hevur vent sær til Heilsumálaráðið, men landsstýrismaðurin, Aksel V. Johannesen, letur okkum vita gjøgnum eitt av starvsfólkunum, at blaðið skal halda fingrarnar burtur. Nú hevur Oyggjatíðindi vent sær til Løgtingsins Umboðsmann


Oyggjatíðindi 17. desember 2010


Svarið frá landsstýrismanninum fyri neyð og elendigheit:


Við telduposti tann 10. desember 2010 verður biðið um alment innlit í kæru hjá Sergei Vorobyov um viðurskifti á Psykiatriska depli.


Sambært § 12, stk. 1 í løgtingslóg um alment innlit fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um upplýsingar um privat viðurskifti hjá einstaklingum. Málið, sum víst verður til, er av slíkum slagi, at alt málið er undantikið sambært § 12, stk. 1. Tí verður umbønin um innlit ikki gingin á møti.


Klagan til Umboðsmannin um Heilsumálaráðið hjá Aksel V. Johannesen:


Fari við hesum at seta fram klagu um, at Heilsumálaráðið, noktar innlit í eina sak, har Sergei Vorobyov, hevur rópt neyðarróp, tí hann metir seg vera politiskan fanga á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.


Orsøkin til støðuna er, at Sergei Vorobyov hevur starvast á Fróðskaparsetrinum, sum hevur brúkt meira enn játtanin heimilaði, og nú ár um ár, hevur skúmað yvirnýtsluna frammanfyri sær, og tí var ikki peningur til mest grundleggjandi á Setrinum, og harvið deildina, Sergei Vorobyov, varaði av.


Knappliga var Sergei Vorobyov, ein kritisk rødd, sum leyp framav í almenna rúminum. Í staðin fyri at reisa ákæru, og fáa mannin dømdan, ella frídømdan, sum fólkaræðislig lond brúka at avgreiða slík viðurskiftir uppá, valdi løgreglan leggja mannin inn við tvingsli, sum er óhugnaliga nær teirri loysn, sum Setrið sjálvt kom við yvirfyri manninum:


“Tú ert sjúkur í høvdinum”, fekk hann at vita frá Setrinum, og Sergei endaði sostatt eisini á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Paradoksið er, at russarin møtti Stalinismuni í Føroyum. Hann sigur seg vera avbardan av løgregluni. Hann hevur skrivað klagu um politi-harðskap, men klagan er burturbeind, sigur hann.


Her eru sostatt fleiri brot á fyrisitingar- og kanska aðrar lógir við.


Sergei Vorobyov, hevur við jøvnum millumbili havt samband við blaðið, og Depilin veit, at Sergei hevur upplýst, at kona hansara, og blaðstjórin kunnu fáa innlit í øll hansara viðurskiftir.


Seinast, blaðið var í samband við Sergei Vorobyov, upplýsti hann, at yvirlæknin kom á stovugongd. Tað einasta hesin vildi vita var, um hann vildi halda seg frá, at koma við kritiskum sjónarmiðum mótvegis løgregluni og Fróðskaparsetrinum.


Tá Sergei Vorobyov noktaði at eftirkoma umbønini hjá yvirlæknanum, var svarið, at so kom hann ikki út. Hetta prógvar, at maðurin verður ikki hildin aftur av læknaligum grundgevingum.


Av hesum staðfestir Sergei Vorobyov, at hann er politiskur fangi, hildin aftur í móti sínum vilja, og at hetta onki hevur við sjúku at gera, men fyri at tippa hann, og forða honum í, at koma við nekativum útsóknum.


Sergei hevur klagað sína støðu fyri landsstýrismanninum í heilsumálum. Hann hevur eisini sent klagu til Føroya Kærustovn, men hann sigur, at Psykiatriski Depilin sendir ikki skjølini til Kærustovnin, í eini roynd at seinka viðgerðini, og harvið psyka- og seigpína mannin, at koma til “fornuft”, so hann kann blíva útskrivaður, og pletturin á løgregluna og Setrið skal ikki gerast sjónligur í almenna rúminum.


Sergei Vorobyov, hevur dupultan ríkisborgaraskap – russiskan og svenskan. Hann býr í Svøríki. Yvirlæknin, Tórmóð Stórá, váttar fyri Oyggjatíðindum, at Depilin hevur sett seg í samband við russisku sendistovuna, men hetta verður ikki váttað av russisku sendistovuni, men, sum skilst á sendistovuni, hevur umboð verið og vitjað Sergei Vorobyov, uttan at hesin hevur váttað hetta fyri blaðnum.


Tó at Sergei Vorobyov, hevur roynt at koma í samband við svensku sendistovuna, so hevur tann konsulin runnið undan, so samanumtikið, hevur maðurin ikki nakra sum helst verju, uttan ein persón, sum er útpeikaður, at hjálpa honum.


Fari at endurtaka mína klagu, og biðja umboðsmannin hyggja nærri eftir viðurskiftunum hjá hesum útlendinginum, tí nøkur góð reklama er tað ikki, at russari møtti stalinistiska jarnnevanum í Føroyum.


---


Aftaná hesa klaguna til umboðsmannin, hava vit verið í samband við russiska sendiharran í Føroyum, Árna Dam.


Ambasadørurin sigur, at hann hevur roynt at fingið samband við yvirlæknan, Thormóð Stórá, men at tað hevur gingið striltið. Telefonboð hava tó ligið til hansara. Um støðuna hjá Sergei Vorobyov, sigur Árni Dam, at hann hevur sent upplýsingarnar víðari til russisku myndugleikarnar.


Tað seinasta vit vita frá Sergei Vorobyov, er, at hann aftaná 19 dagar aftur valdi at taka føði til sín. Hóast støðan má sigast at vera hættislig, hevur trúgva heimastýrispressan, Amnesty, fólkatingslimirnir og løgtingið, valt strudsastøðuna, at stinga høvdið í sandin.


- Eg byrjaði aftur spakuliga at taka føði til mín, tá eg fekk at vita, at tey kundu ikki lata meg leysan so leingi eg noktaði at eta.


- Tá kona mín úr Svøríki heitti á meg um at taka føði til mín, fyri at sleppa leysur, valdi eg hetta, men tað merkir ikki, at eg ikki aftur fari at mótmæla tvingsilin, við ikki at taka føði til mín, sigur Sergei Vorobyov, sum bara sær sína støðu gerast verri og verri, og hann er meira sannførdur enn nakrantíð um, at hann er politiskur fangi, tí hann er alt ov kritiskur, og hann heldur ikki, at tað er rímuligt at krevja, at gevst hann at vera kritiskur, so skal hann sleppa leysur.


- Hetta hevur onki við fólkaræði at gera, sigur Sergei Vorobyov.


Oyggjatíðindi fylgir málinum.