Samtak stuðlar pedagogunum

Feløgini í Samtak vilja hervið vísa sín treytaleysa stuðul til Føroya Pedagogfelag, og stuðla teimum í at krevja, at tey ikki fáa ein reallønarniðurskurð umframt at teimum verður gingin á møti í serkrøvum sínum um fyrireikingartíð.


Feløgini í Samtak – Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag - heita samstundis á limir sínar um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.


Feløgini í Samtak,


Føroya Arbeiðarafelag


Føroya Fiskimannafelag


Havnar Arbeiðsmannafelag


Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag


Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag