Samsvarar ikki við fyrisitingarrættarligu meginreglurnar

Hetta fekk Tórshavnar kommuna, at vita frá umboðsmanninum, sum staðfesti, at hon framdi mismun í samband við útlutan av grundstykkjum.

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommuna ger mismun í sambandi við útlutan av grundstykkjum. 

Reglugerðin hjá Tórshavnar kommunu viðvíkjandi útlutan av grundstykkjum loyvir ongum øðrum eigarum av fastogn, enn eigarum av íbúðum, at taka lut í útlutanini av grundstykkjum í kommununi. 

Umboðsmaðurin helt ikki, at kommunan hevði givið nøktandi grundgeving fyri, hví reglugerðin ger mismun millum borgarar í kommununi, ið eiga fastogn. 

Umboðsmaðurin heitti á Tórshavnar kommunu um at broyta reglugerðina soleiðis, at hon samsvarar við fyrisitingarrættarligu meginreglurnar, eitt nú líkaregluna og meginregluna um sakliga fyrisiting. (LUM 19/00067)

Álitið kann lesast herReadSpeaker