Samskipandi eind skal tryggja Breksáttmálan í verki

Samskipandi eindin skal tryggja, at sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek – Breksáttmálin – virkar í verki á øllum økjum.

Hvørt landsstýrisfólk hevur ábyrgd av, at Breksáttmálin er settur í verk á sínum øki og hevur tilnevnt lim í samskipandi eindina, sum hevði sín fyrsta fund í morgun.

Landsstýrisfólkini eru á einum máli um, at tað er av stórum týdningi, at hetta arbeiðið verður samskipað millum ráðini, so allir okkara borgarar fáa eins góðar sømdir og møguleikar at taka lut í dagsins samfelag.

Yvirskipaða endamálið við samskipandi eindini er at tryggja samanhang í brekpolitisku ætlanum landsstýrisins. Samskipandi eindin fer at umrøða forðingar í samfelagnum hjá fólki, ið bera brek at virka á jøvnum føti við onnur, eins og eindin fer at taka upp brekpolitiskar spurningar við áhugafelagsskapir og onnur viðkomandi.

Uppgávan hjá limunum í samskipandi eindini er at tryggja, at politikkir, skipanir og reglur o.a. á teirra øki eru í samsvari við Breksáttmálan.

Samstundis fer samskipandi eindin at orða eina brekpolitiska virkisætlan fyri Føroyar, ið fevnir um øll rættindi og týðandi øki, sum sáttmálin fevnir um.

Limirnir í samskipandi eindini eru: Páll Holm Johannesen, Løgmansskrivstovan, Egon Joensen, Fíggjarmálaráðið, Hanna í Horni, Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Andras Marr Poulsen, Fiskimálaráðið, Frida Poulsen, Mentamálaráðið, Kristianna Larsen á Lofti, Heilsu- og innlendismálaráðið, Barbara Álvsdóttir Thomsen, Samferðslumálaráðið, Jákup Andrias Kristiansen og Jeanette Ellefsen Blaasvær, sum eisini er forkvinna, Almannamálaráðið.

---------------

Oyggjatíðindi skal viðmerkja, at samstundis, sum almennu Føroyar vilja tryggja, at føroyingar, sum bera brek, skulu tryggjast gjøgnum Sameindu Tjóða, so er tað eisini ein sannleiki, at hvørki Danmark ella Føroyar vilja geva somu trygd til tey, sum ongi mannarættindir hava í Føroyum. Heldur ikki fólk sum av ymiskum orsøkum endað á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. At standurin er heilt ringur eru fleiri dømir um.

Føroyum verða fólk viðgjørd í alternativum samfelagsstrukturum, sum ikki eru kendir frá vanligum fólkaræðisligum londum.