Samrøðubólkur fyri teg, ið hevur mist makan av krabbameini

Í samrøðubólkinum eru vit saman um sorgina. Her fært tú pláss og møguleika at greiða frá tíni søgu, og samstundis seta orð á kenslur og upplivingar tú hevur í sorgini, í felagskapi saman við ørðum, sum eru í somu støðu. Í bólkinum kann ymiskleikin, geva ískot, íblástur og stuðul til at finna veg í eini svárari tíð.
Í samrøðubólkinum leggja vit áherðslu á at tú kennur teg tryggan og møttan við umsorgan og í trúnaði.
 

Bólkurin kemur saman fyrstu ferð, í seinnu helvt av mars 2022 – møtt verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn. Ætlanin er at bólkurin kemur saman 14 hvønn dag, 6-7 ferðir í alt. 

Hevur hetta tín áhuga kanst tú ringja og fáa nærri at vita, á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.