Samráðingar við sálarfrøðingar slitnaðar

Enn ber ikki til at sleppa í gongd við royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til fólk millum 15-35 ár, tí semja fæst ikki um gjaldið til sálarfrøðingarnar.

Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og felagið Føroyskir Sálarfrøðingar um gjald fyri sálarfrøðiliga viðgerð til yngri fólk eru slitnaðar. Talan er um eina royndarskipan, har persónar millum 15-35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, kunnu fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð.

Skipanin kom í gildi 30. oktober 2020 og fer úr gildi aftur 31. oktober 2023. Skipanin er tó ikki komin at virka enn, tí sálarfrøðingarnir vilja ikki taka uppgávuna á seg fyri gjaldið, sum Heilsutrygd bjóðar sambært galdandi sáttmála.

Gjaldið er í dag 818 krónur fyri hvørja viðgerð, sum tekur millum 45 til 60 min, men felagið Føroyskir Sálarfrøðingar krevur eina munandi størri upphædd. Fíggjarmálaráðið hevur bjóðað felagnum eitt hægri gjald, men eftir tríggjar fundir millum partarnar hevur tað ikki eydnast at finna semju um gjaldið hjá sálarfrøðingunum.

Samráðingarnar eru nú slitnaðar, og Fíggjarmálaráðið harmast um, at ikki slepst í gongd við royndarverkætlanina.