Samráðingar eru nú byrjaðar millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið

Talan er um at gera nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi, við strandfaraskipum landsins, vaktarskipunum og Magnusi Heinason.

Fyrsti fundurin var 12. mars og tá vórðu krøvini handaði.

Partarnir hittust aftur mikudagin.