Samlaða tøkan av alilaksi knapt 65 tús. tons í 2018

Havbúnaðarfelagið ger hvørja viku upp tøkuna av føroyskum alilaksi og almannakunnger hana á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. 
 
Nú samlaða tøkan av alilaksi fyri 2018 er gjørd upp, gjørdist úrslitið, at føroyskur havbúnaður í fjør framleiddi uml. 64.732 tons í kruvdari vekt.
 
Hetta er uml. 9-10% minni í mun til 2017, tá framleiðslan var omanfyri 71 tús. tons. Miðalvektin var á leið tann sama í 2018 sum árið fyri.
 
Samlað yvirlit yvir tøkuna kann síggjast her.