Samhaldsfasti og skatting

Verða pensjónistar okkara snýttir, tá ið teir fáa útgjald úr Samhaldsfasta?

Nú nógv hevur verið tosað um nýggja pensjónsskipan, lækkandi grundarupphædd, Samhaldsfasta og at tryggja pensjónistum góð og eisini fíggjarliga trygg ellisár, undrar tað meg, at tað almenna skattar útgjaldið úr samhaldsfasta.

Í lógini um  útgjald úr Samhaldsfasta - Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin AMEG, stendur: 
“§ 2 2) 7) 8) 9) 11) 16) 18) Fæ grunsins verður fingið til vega við, at allir persónar árliga rinda grunninum ein prosentpart av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda grunninum ein prosentpart av útgoldnum A-inntøkum. Fyri persónar og arbeiðsgevarar er ásetti prosentparturin
1) 2,50% í 2018 og
2) 3,00% í 2019 og fylgjandi ár.
2. stk. 2) 4) 7) 8) 9) 11) 15) 16) 18) Persónur, sum hevur nátt pensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir rindar einki í grunnin. Arbeiðsgevari, sum hevur nátt pensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir og hevur fólk í vinnu, rindar tó av útgoldnum A-inntøkum. Arbeiðsgevari rindar ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS-skipanini.”
---------
Tá ið eg og tú fáa løn, rinda vit inn í Samhaldsfasta, hetta eru krónur, sum vit longu hava rindað skatt av. Tá ið vit so eru komin til tann aldur, at vit hava rætt til at fáa útgjald úr grunninum verða vit aftur at rinda skatt av somu krónum. T.v.s., at landið áleggur okkum at rinda skatt tvær ferðir av somu krónu.

Tað er annars ein meginregla í skattaskipan okkara, sum sigur, at vit bara rinda skatt einaferð av somu krónu. Hví okkara pensiónistar skulu revsast við dupultum skatti er ógvuliga torført at skilja.

Sama skipanin við dupultum skatti av somu krónu er eisini galdandi við ALS-inngjaldinum og gjaldinum í Barsilsgrunnin. Tað átti helst at verið broytt eisini, men hinvegin, so eru ALS og Barsilsgrunnurin ikki á sama hátt ein fundamentalur partur av undirstøðukervinum undir okkara samfelagi, men eru meiri at rokna sum tryggingarskipanir. Tað sama kann ikki sigast um Samhaldsfasta, sum jú meiri ella minni kemur í staðin fyri eina skipan, sum í áratíggjur hevur verið partur av fíggjarlógini og harvið hevur verið skattafíggjað. Tá rindaðu vit ikki skatt tvær ferður av somu krónu, hví skulu vit gera tað nú?

Eg kundi hugsað mær at spurt rættað viðkomandi, sum má verða stjórin á TAKS ella landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, um hetta er góð praksis, og um hetta er í tráð við lógina um uppkrevjan av skatti?

Vónandi fáa vit eitt alment svar uppá hendan spurningin, sum er so viðkomandi fyri allar okkara pensiónistar.

Johan Dahl