Samgongan pínir grundarupphæddina niður í einki

Eingin
ivi er um, at skattafría grundarupphæddin verður avmarkað mest møguligt, tí hon
skal inn í Samhaldsfasta at verða skattað



Í
gjár var grundarupphæddin til viðgerðar í Løgtinginum.



Eitt
av fyrstu málunum, sum sitandi samgonga samtykti, var at lækka grundupphæddina
í fólkapensjónini.



Verður
grundupphæddina tikin frá teimum, sum gjøgnum arbeiðslívið hava borið mest í
almenna kassan, ferð samhaldsfasta hugsjónin at falla.



Skattafría
grundarupphæddin er heilag. Ein tryggur rættur hjá øllum okkara pensjónistum.
Hon er ein sjálvsagdur rættur, sum eingin kann taka.



Grundarupphæddin
skal hækkast aftur á sama støði, sum áðrenn sitandi samgongan skerdi hana.



Grundarupphæddin
eigur at vera hin sama til øll, uttan mun til inntøku annars. Hon byggir á
meginregluna um, at øll eru partur av samhaldsfasta samfelagnum, har breiðastu
herðar bera tyngstu byrðarnar.



Sambandsflokkurin,
ið er ein sosial-liberalur flokkur, heldur, at um øll eiga sama grundleggjandi
rætt til grundupphæddina, verður samhaldsfasta hugsanin varðveitt í øllum
samfelagsløgum.



Bárður S. Nielsen



formaður í
Sambandsflokkinum