Samgongan livir ikki upp til minstukrøvini

Eg ímyndaði mær ikki, at slíkur politiskur ruðuleiki, sum vit hava upplivað seinastu tíðina í okkara politisku skipan, kundi henda. Og eg ímyndaði mær heldur ikki, at Føroya Løgting kundi leggjast lamið av klandri og stríði millum samgonguflokkar. 

Hetta politiska arbeiðslagið er farið út um alt rímuligt og forsvarligt mark.

Henda støðan minnir meg enn einaferð um orðini hjá núverandi samgongu um treytaleyst nærlagni, klokkuklárar mannagongdir, rættartrygd og fult gjøgnumskygni - ja, tú lesur rætt.

Trupulleikin við verandi politiska ruðuleikanum og idealmálum hjá samgonguni, er, at vit tora næstan ikki at brúka hesi orð og hugtøk longur av berari skomm.

Stóra politiska uppgávan hjá sitandi samgongu var aftur at fáa álit á politisku skipanina og fáa rættartrygd í hásæti. Tí fær núverandi politiski ruðuleikin fólk at minnast og smílast yvirberandi, um tíðina, tá hesi somu sótu í andstøðu.

Hetta er vónandi bæði fyrstu og seinastu ferð, at vit uppliva slíkan politiskan ruðuleika.

Góði løgtingsformaður, kanst tú ikki tosa við tíni fólk, áðrenn tey gera meira skaða á okkara tingskipan og politiska trúvirðið, sum verður brotið niður fyri hvønn dag, sum gongur. 

Vit mugu, um ikki annað, kunna liva upp til minstukrøvini fyri at reka okkara politisku skipan.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin