Samgongan heldur fram: Heðin aftur borgarstjóri

Í fráboðanini verður eisini sagt, at Annika Olsen, verður fyrsti varaborgarstjóri

Fráboðan:

Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð eru komin ásamt um at skipa samgongu eftir býráðsvalið 8. november 2016 fyri valskeiðið 2017 - 2020.

Flokkarnir ásanna, at politiska samarbeiðið flokkanna byggir á tann grundvøll, sum lagdur er í farna valskeiði.

Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum verður valdur til borgarstjóra, og 1. varaborgarstjóri verður: Annika Olsen

Flokkarnir eru samdir um at býta formanssessirnar í føstu nevndunum soleiðis:

Fíggjarnevndin:   Javnaðarflokkurin

Tekniska nevnd:   Sambandsflokkurin

Mentamálanevndin:   Javnaðarflokkurin

Trivnaðarnevndin:   Javnaðarflokkurin

Vinnunevndin:      Fólkaflokkurin

Náttúru- og umhvørvisnevndin: Fólkaflokkurin

Byggi- og býarskipanarnevndin: Javnaðarflokkurin

Økisnevndin:     Fólkaflokkurin

Sosiala nevnd:     Javnaðarflokkurin

Sev:             Fólkaflokkurin

Hitafelagið:      Javnaðarflokkurin


Tórshavn 08. 11.2016