“- Kanningar vísa, at skaðarnir av rúsdrekka á børn og ung eru stórir, og at jú fyrr ung byrja at drekka, jú størri eru sannlíkindini fyri, at hesi sum vaksin fáa trupulleikar av rúsdrekka. Tí eiga hesir bólkar serstakliga at vera vardir ímóti rúsdrekka.”
Soleiðis skrivar Fólkaheilsuráðið í sínum nýggjasta rúsdrekkatilmæli. Boðskapurin og orðini eru greið: .... tað er vandamikið fyri børn og ung at drekka, bæði fyri teirra verandi støðu og fyri teirra framtíð. Hetta er ikki at spæla við.
Børn og ung hava ikki førleikarnar at drekka ábyrgdarfult, sum tað so lumpisliga eitur. Tí er neyðugt at verja tey frá hesum skaðiliga evni, ið verður pussjað so dúgliga her á landi.
Børn og ung drekka verri enn vit halda
Hóast støðan er lutfalsliga nógv betri enn í fleiri øðrum londum, er hon ikki góð. Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019 eina kanning, ið vísti, at av teimum 18-24 ára gomlu drekka 20% ov nógv. Er hetta talið lítið ella stórt? Tað veldst um eyguni, ið síggja, men hetta merkir, at fimti hvør í hesum aldursbólki drekkur ov nógv. Hetta eru nógvar ungar lagnur, ið eru í vandastøðu.
Enn verri er, at 20% - eisini fimti hvør – hevur roynt alkohol við 13 ára aldur. Og heili 80% hava roynt alkohol við 18 ára aldur! Hetta eru veruliga syrgilig tøl, men tað frøir meg, at Fólkaheilsuráðið hevur hetta skilagóða undirtilmæli:
“- Børn og ung yngri enn 18 ár eiga ikki at drekka alkohol yvirhøvur.”
Alkohol er allastaðni
Trupulleikin er, at vit seinastu árini hava útbreitt alkohol í samfelagið á ein hátt, ið vit ikki kendu áður. Ung arbeiða í dag á matstovum, har tey verða sett at skeinkja alkohol til gestir.
Tá fólk ferðast til og frá Føroyum umvegis flogvøllin, verða tey beind gjøgnum eina smogu við alskyns alkoholskum freistingum.
Heimagjørdar barrir poppa upp á stevnum og tiltøkum, har børn, ung og vaksin mala um hvønn annan.
Trupulleikin við hesum er, at alkohol verður javnsett við vørur sum mat, góðgæti, sodavatn ella luktilsi.
Samstundis tvíhalda ávísir politikarar um at fáa øl og vín út í handlarnir, har fólk í eini handavending kunnu koyra øl og vín í innkeypsvognin. Seinni sita tey og njóta alkoholið saman við sínum børnum. Hetta síggja børnini, og tey vilja eftirgera vanarnar hjá óumhugsnu foreldrunum.
Og ung sita eisini við kassarnar og skulu selja hesar alkoholvørurnar og hava ábyrgd fyri, at aldursmarkið verður hildið. Men tað verður torført hjá 15 ára gomlum at handhevja hetta mótvegis 17 ára gomlum. Hetta er alt ov stór ábyrgd at lata so ungum fólki.
Nei, betur er, at alkohol framhaldandi verður hildið burtur frá gerandislívinum, men tó kann fáast til serlig høvi, har børn ikki eru hjá.
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin