Samdir um at vera ósamdir

Avdúkandi Perlur: Soklarnir liggja í buktini. Bankin vil ikki veita trygd í soklunum, og kommunan boyggir seg ikki... Oyggjatíðindi 20. februar 2009:


Hvørjaferð Samtakið í Hoyvíkshaganum (J&K Petersen og Sandavágs Timburhandil, vilja trýsta Havnar kommunu, fara teir út til frelstu pressuna at skúma teimum vegin niður í kommunukassan, so ella so.


Tað hendi tá tað skuldi rættvísgerast, at prísirnir fyri sambygdu húsini í Hoyvíkshaganum, skuldu hækka í prísi við millum 125 túsund og 300 túsund krónum.


Olivant og Sosialurin tóku beinanvegin málið upp, og endurgóvu Samtakið fyri at siga, at góðtóku fólk ikki hækkingina og lupu frá húsunum, so vóru tey strikaði av bíðilistanum hjá kommununi, sum hinvegin onku kundi gera við hækkingarnar í mvg-lógávuni, men vísti staðiliga aftur, at at fólk blivi strikaði av bíðilistanum.


Nú var so aftur brúk fyri miðlunum. Hesaferð skuldi Dimmalætting brúkast, at trýsta kommununa, sum Samtakið segði, ikki vildi útskriva skeytini, men fortaldi ikki hví.


Dimman og Sosialurin hevur, saman við oyggjatíðindum, søkt um alment innlit í gøluni í Hoyvíkshaganum. Men hvørki Dimma ella Sosialurin hava áhuga í sannleikanum, sum setir kommununa í heilt annað ljós, enn bløðini fyrr hava lýst.


Vit síggja, at Christian Andreasen, advokatur, vegna Samtakið, skrivar í teldubrævi og vísir á, hvar skógvurin veruliga er ov trongur hjá Samtakinum:


"Eftir samráðingar við Føroya Banka kann eg upplýsa, at bankin ikki vil veita nakra bankatrygd um hendan eisini skal standa sum trygd fyri gjalding av sokklunum. Eg viðleggi til kunnleika trygd, sum bankin sigur seg kunna stilla", skrivar advokaturin, og mælir so øllum pørtum frá at viðgera hetta mál í fjølmiðlunum, tó at hansara egna Samtak, hvørjaferð málið hevur verið reist, er farið til einglapressuna eftir hjálp."


Men Havnar kommuna, sum ikki hevur fingið pengar frá Samtakinum fyri lendið, vil hava trygd í sokklunum, og tað er eingin ivi um, at hetta er kravið frá kommununi, sum Føroya Banki ikki er førur fyri at veita trygd fyri. Kommunan skrivar:


Tórshavnar kommuna er als ikki samd í tykkara meting og er av tí áskoðan, at Samtakið roynir at sleppa sær undan at halda gjørdar avtalur.


- Tað at partarnir eru ósamdir í tulkingini av ásetingunum í sáttmálanum viðv. trygdini er ikki nakað nýtt, men hetta var høvuðsevnið á fundinum millum partarnar tann 13. november 2008.


- Á hesum fundinum samdust partarnir um “at vera ósamdir”, og at Samtakið skuldi biðja peningastovnin um at seta eina trygd, sum vísti til ásetingarnar í sáttmálanum.


- Tórshavnar kommuna vil sjálvandi standa við hesari semju, og verða skeytini útskrivað, so skjótt avtalaða trygdin er sett, skriva Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jens M. Poulsen, kommunustjóri, og vísa á, at tað er Samtakið, ið er farið í fjølmiðlarnar.