Eftir fund við bygginevndina, Landsverk, MAP arkitektar, Almannastovuna og Psykiatriska depilin seinnapartin í gjár, góðkendi landsstýriskvinnan í almannamálum eina tilgongd, sum fer at útvega útvið 16 smærri íbúðir í Tórshavn til fólk við sálarsjúku.
Arbeiðið byrjar beinanvegin. - Hetta er eitt stórt framstig og fer at bøta munandi um støðuna hjá teimum sálarsjúku.
Tað eru sløk 10 ár síðan, at gongd varð sett á ætlanina, men nú sær loksins út, at málið verður loyst, og tað fegnist eg sjálvandi um, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Miðað verður ímóti at hava heimið liðugt við árslok 2012 ella í seinasta lagi tíðliga í 2013.
Bygt verður við Heygsvegin í Tórshavn. Fyrr í ár játtaði løgtingið góðar 16 milliónur krónur til endamálið.