Sambandsskil vinnur á fólkaflokspoppi

Seinastu tvær samgongur undan sitandi samgongu høvdu als ongan vilja at fremja eina fiskivinnunýskipan. Tí liggja báðir teir stóru borgarligu flokkarnir, júst sum teir hava reitt.

Men lítil ivi er tó um, at stóð tað til Sambandsflokkin og teir smáu flokkarnar í undanfarnu samgongu, so hevði ein nýggj fiskivinnuskipan verið klár at taka við, tá verandi gongur út á nýggjárinum. Tí teir flokkarnir sóu álvaran í støðuni og vildu hava eina loysn.

Men Fólkaflokkurin vildi onki, og tí er tað honum fyri at takka, at støðan er, sum hon er, nú tíðin er við at renna út eftir 10 ára togtogan. 

Hesa tíðina hevur formaður Fólkafloksins í besta Monty Python stílið sligið alt upp í glens, hvørja ferða hann hevur tikið lut í almennum kjaki um fiskivinnunýskipan. Hann hevur gjørt nógv meira burtur úr at føra seg fram sum skemtari heldur enn sum formaður fyri ein flokk, ið vil finna loysnir.

Í royndini hjá sitandi samgongu at finna breiða semju um eina fiskivinnunýskipan hevur verið púra greitt, at einasta dagsskrá hjá Jørgeni Niclasen og Jacob Vestergaard hevur verið at fella samgonguna.

Seinasta bakbitið hjá Jacob Vestergaard var at fara at grópa í lummunum hjá Løgmanni. Hetta tí at løgmaður saman við millum annað tveimum av sínum brøðrum hevði keypt línuskipið Klakk í 1992.

Tá so hesir báðir brøður hansara, tvær veiðiklógvir burturav, í 2003 buðu sær til at keypa hinar út, so seldi løgmaður sín part. So skuldi tann søgan ikki verið longri.
Men sambært Jacob Vestergaard hevur løgmaður logið, tí hann í fjør á tingsins røðarapalli segði seg ongantíð hava selt eitt fiskiloyvi. Løgmaður hevur tó púra greitt víst hesum aftur og greitt frá, at talan bert var um eina vanliga sølu av partabrøvum. 

Men alt hetta vísir bara, hvussu niðarlaga fyrrverandi fiskimálaráðharri Fólkafloksins ríður, nú hann og flokkur hansara hava telvað seg uttanfyri alla ávirkan á fiskivinnuøkinum.

Og politiska øðin hjá fyrrverandi fiskimálaráðharranum og hjá hansara floksformanni fer ivaleyst upp í heilt aðrar hæddir, um tað nú eydnast Sambandsflokkinum at fáa eina semju við samgonguna um eina framtíðar fiskivinnuskipan.

Hugsið tykkum ein Fólkaflokk, sum við innihaldsleysum politiskum retorikki seinastu tíggju árini, síðani øll verandi rættindi vórðu uppsøgd, totalt hevur telvað seg burtur úr allari politiskari ávirkan á fiskivinnuøkinum. Tað má vera ein sannur marrudreymur hjá trúgvu veljarum floksins. At teir nú eru frá sær sjálvum og biðja um time out í fimm ár afturat, aftan á at teir sjálvir hava havt ábyrgdina av fiskivinnuni og tí støðu, sum hon er komin í, tað má og eigur at níta fast.

Sambandsflokkurin hevur hinvegin víst seg sum ein konstruktivur andstøðuflokkur, ið heldur vil hava góð úrslit enn sita hendur í favn á síðulinjuni og rópa. Flokkurin tekur aktivt og konstruktivt lut í politiska arbeiðnum á øllum økjum.

Tí er tað eisini so, at um ein breið semja um fiskivinnupolitikkin er komin undir land í seinasta lagi týsdagin, so hevur samgongan sjálvsagt gjørt eitt gott arbeiði, men allar størsti sigursharrin er Sambandsflokkurin. 
 
Frank Davidsen