Sambandsflokkurin hevur gjørt uppskot um eykajáttan til innkomuvegir

Uppskot um eykajáttan til innkomuvegir er klárt, og vóna vit, at fáa undirtøku fyri uppskotinum, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Gongdin í málinum
Tað verður longu í 2020 koyrandi í Eysturoyartunlinum og tað er sjálvandi at fegnast um. Men enn røkist lítið fyri, at nakað ítøkiligt verður gjørt fyri at gera innkomuvegirnar báðu megin við, soleiðis at hesir eru lidnir at taka í nýtslu samstundis sum koyrandi verður í undirsjóvartunlinum.

Íløgurnar í innkomuvegir, sum koma afturat sjálvari tunnilsbyggingini, eru sera týðandi partur av samlaðu verkætlanini at skipa eina trygga og effektiva ferðslu. Verða hesir innkomuvegir ikki lidnir, er stórur vandi fyri ferðsluruðuleika og ótryggari ferðslu við tunnilsmunnarnar og annars báðu megin við í nærumhvørvinum. 

Tað er landið saman við kommununum og tunnilsfelagnum, sum hava ábyrgdina av at gera og fíggja hesar innkomuvegir, hvør við sínum lutfalsliga parti. Partarnir hava havt samráðingar og gjørt nógvar avtalur gjøgnum seinastu árini, og eru eftir hvat skilst, nú komnir til eina avtalu um, hvat slag av innkomuvegi skal gerast, hvat samlaða verkætlanin ætlandi fer at kosta og hvussu fíggjarliga býtið skal vera millum partarnar.

Samferðsluætlanin - atknýttar verkætlanir til Eysturoyartunnilin
Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna undirskrivaðu í oktober 2016 avtalu um innkomuvegin til Tórshavn. Landsverk metir, at vegaleisturin hevur størst fyrimunir við sær fyri ferðslu og kostnað. Samferðslumálaráðið, Tórshavnar kommunu og Landsverk hava avtalað, at partarnir skjótast gjørligt saman gera eina tíðarætlan fyri arbeiðið at gera innkomuvegin til Tórshavn.

Ferðslutrygdarætlan er gjørd fyri allan teinin av Skipanesi til suðurendan í Runavík við Toftavatn. Eitt evni, sum verður viðgjørt í ætlanini, er at flyta ta tungu ferðsluna burtur frá høvuðsvegnum í Saltangará og Runavík. Við at gera ein fjøruveg eftir verandi vegi við havnarlagið og leingja hann út til Bakkavegin, kann tunga ferðslan leiðast eftir hesum vegi.

Tunnilsverkætlanin og tilhoyrandi innkomuvegirnir eru eisini partur av einari størri samferðslu¬¬¬ætlan, sum varð gjørd í 2012. Sambært hesari samferðsluætlan verður t.d. eisini neyðugt at gera ein nýggjan Skálafjarðarveg, sum verður íbundin í Fjarðarvegin við einari rundkoyring - talan er um ein veg, sum verður umleið 2,4 km langur og skal leggjast oman fyri bygdina. 

Tunnil millum Gøtudal og Skálafjørðin, har talan verður um umleið 3.200 m av tunli og umleið 400 m av vegi. Loysnin fer at stytta um verandi farleið umleið 10 minuttir. Harafturat slepst undan at koyra ígjøgnum bygt øki í Gøtu, Skipanesi og Undir Gøtu¬eiði.

Íløgukostnaður
Tá Eysturoyartunninilin letur upp fyri ferðslu fara at standast nakrar avleiddar effektir á ferðsluna báðu megin við Eysturoyartunnilin. Hetta hevur við sær at gerast muga íløgur í innkomuvegir umframt at tað uppá sikt má gerast ein tunnil millum Gøtudal og Skálafjørðin.

Kostnaðurin av hesum íløgum verður mettur til:

1. Innkomuvegur til Tórshavn                                     166 mió. kr.  
Landsins partur av samlaða kostnaðinum verður sambært avtaluni frá oktober 2016 mettur at verða 115 mió. kr, kommununar partur 24 mió. kr og parturin hjá tunnilsfelagnum 27 mió. kr.

2. Innkomuvegur til Runavík                                         36 mió. kr.
- Glyvrar - Runavík, fjøruvegurin                                    5 mió. kr.
- Ferðslutrygd                                                             31 mió. kr.
Ferðslutrygdartiltøkini, sum eru viðgjørd í ætlanini, fevna bæði um landsveg og kommunalan veg.

3. Nýggjur Skálafjarðarvegur                                        55 mió. kr.
Kostnaðarmeting frá 2012.

4. Tunnil millum Gøtudal og Skálafjørðin                     205 mió. kr.
Kostnaðarmeting frá 2012.

Talan er um stórar og fíggjarliga krevjandi íløgur, serliga fyri landið. Men neyð¬ugt verður at raðfesta innkomu¬vegirnar í Tórshavn og Runavík ovast og fara undir arbeiðini skjótast gjørligt og seta pening av til endamálið.

Eykajáttan 2018 til innkomuvegir
Sambandsflokkurin hevur líka síðan fyrireikingarnar av tunnilsverkætlanini byrjaðu víst stóran áhuga fyri at loysa júst hesar trupulleikar við ferðsluni til og frá Eysturoyar¬tunlinum. 

Flokkurin staðfestir kortini, at hóast skjótt verður koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin, er alt ov lítið av pengum sett av á fíggjarlógini til innkomu¬vegir og fer tí at heita á Løgtingið um at seta av 20 mió. kr. á eykjajáttanar¬løgtingslóg 2018.

Eisini verður heitt á Løgtingið um at seta av neyðugan pening til innkomuvegir komandi árini, soleiðis at teir eru lidnir í 2020.

Sambandsflokkurin