Sambandsflokkurin heldur landsfund við upphiting til valstríð

Landsfundur Sambandsfloksins verður fjølbroyttur og spennandi, og verður merktur av, at tað nú so smátt er byrjað eitt valstríð til fólkatingsvalið og løgtingsvalið. Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, fer at leggja upp til politiskt kjak á landsfundinum, og Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri og formaður í Vinstra, verður gestur. Um kvøldið er veitsla

Sambandsflokkurin heldur landsfund 9. mars 2019 við spennandi skrá. 

Bárður á Steig Nielsen setur landsfundin og leggur fyri við uppleggi um politisku framtíð Føroya. 

Tað er eyðsæð, at vend má koma í. Sambandsflokkurin tryggjar framtíð Føroya í góðum samstarvi í Ríkisfelagsskapinum. 

Eftir at formaðurin hevur havt orðið, er høvið at seta spurningar og gera viðmerkingar til floksleiðsluna og tingmanningina hjá flokkinum. Her koma eldsálir floksins til orðanna og tað borgar fyri íblástri til góðan sambandspolitikk, sum valevni floksins taka við sær í valstríðið.

Danski forsætismálaráðharrin og formaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen er gestarøðari á fundinum. Hann er í toppformi og er eins og Sambandsflokkurin farin undir valstríðið. Lars er einasti maður í Ríkinum, sum veit nær fólkatingsvalið verður, sjálvsagt bæði væntar og vónar hann, at Sambandsflokkurin vinnur annan fólkatingssessin aftur og harvið kann vera við at tryggja Danmark eina bláa stjórn.

Atli Gregersen, Pál Weihe og Jana Ólavsdóttir eru eisini gestarøðarar á landsfundinum.

Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Hiddenfjord fer at greiða frá um vakstrarmøguleikar í alivinnuni og um møguleikarnar fyri aling á landi o.a.

Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum fer at greiða frá um heilsuverkið, ta skjótu menning, sum er innan læknafrøðina og í hvønn mun, vit í Føroyum kunnu veita okkara borgarum trygd fyri, at vit eisini fáa ta viðgerð, sum nútíðin kann bjóða og innan rímiligt tíðarmark og til hvønn kostnað.

Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur á Jarðfeingi,  fer at greiða frá, hvørjir møguleikar vatn og hiti í undirgrundini kunnu skapa fyri upphiting av sethúsum o.a. - vatn og hiti, sum eisini er partur av ráevnunum í føroysku undirgrundini. Talan er um at seta ferð á alternativa og grøna orku, og eisini fáa møguleikar fyri enn fleiri drekkivatnsgoymslum til húski og vinnuna. 
 
Eftir Landsfundin verður skipað fyri veitslu á Hotel Hafnia, kl. 19.00. Upplýsingar um tilmelding til veitsluna eru at finna á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum: www.samband.fo og á Facebooksíðu floksins.

Um spurningar eru viðvíkjandi landsfundinum ella veitsluni, kann ringjast á tlf. 312492. Møguleiki er eisini at senda teldupost á: samband@olivant.fo

Fundurin verður leygardagin 9. mars 2019, kl. 08.30-16.00, á Hotel Hafnia.

Landsfundur: Skrá 

Sambandsflokkurin