Sambandsflokkurin hevði bjóðað til floksfund í Skúlaheiminum við Marknagil í Havn, leygardagin.
Skráin byrjaði við inngangi, og aftaná var morgundrekka við sangi. Síðani skeyt formaðurin upp ein orðstýrara, og setti fundin.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, røddi síðani um politikkin hjá landsstýrinum og avbjóðingarnar, málsetningar og fokus. Aftaná vóru viðmerkingar og kjak.
Vit skulu ikki endurtaka alla fundarskránna, men bara viðmerkja, at fundurin var væl vitjaður – eisini av eldri sambandsstuðlum. Hetta var tó ikki fyri at stuðla, men heldur var talan um sambandsfólk, ið høvdu fingið nokk av politikkinum, sum tey avgjørt ikki tóku undir við.
Vanliga verður sagt, at fólkaflokkurin hevur tey sjáldsomu evnini, at slíta aðrar flokkar upp. Tað hendi við Tjóðvdildisflokkinum, og tað hendi við Javnaðarflokkinum. Stuðlarnir hjá hesum flokkum høvdu ongantíð kenslu av, at teirra politikkur var førdur, og vildu ikki finna seg í at vera parrlamentarisk kanónføði hjá Fólkaflokkinum, og so slitnaði.
Retorikkurin var júst tann sami á floksfundinum hjá Sambandsflokkinum, leygardagin.
Tað, sum mátti metast sera óvanligt, var, at Samuelsens-klanurin, helt seg burtur frá floksfundinum. Har møtti bara ein politiskt áhugaður persónur, ið relateraði seg til tann fyrr so sterka klanin í sambandsflokkinum.
Men ein, sum altíð er í fremstu røð, var ongastaðnar at hóma. Tað var Eilif Samuelsen, sum bæði hevur roynt seg í løgtinginum, og eisini sum landsstýrismaður. Men leygardagin helt hann seg burtur. Tað er eingin loyna, at sambandsfólk, sum heild fingu propp av, at flokkurin gekk við til at lækka ella at frysta blokkin, men paradoksið er, at uppaftur fleiri sambandsstuðlar hava verið grundleggjandi í móti, at hækka blokkin aftur.
Sambandsstuðlar eru eitt stolt fólkaslag, og skommina við biddarastøðuni, klára tey ikki at taka, ella sambandspolitikkin, sum er blivin ímyndin av einari svinghurð.
Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, gav eisini ilt av sær. Hann brýggjaði seg m.a. ikki um, at sambandsflokkurin gav Fólkaflokkinum fiskivinnumál.
Ein annar sterkur sambandsprofilur manglaði, og fundinum. Tað var Magni Laksafoss, sum herfyri segði seg ikki vilja gera fleiri viðmerkingar til politisku støðuna, og at hann hevði sagt tað, sum sigast skuldi:
Hann segði seg í fýra ár, at hava rópt varskó og tikið mangt takið fyri at støðga gongdini, men millum lítið og einki varhent í mun til ovurhonds stóru trupulleikarnar føroyska samfelagið stendur yvir fyri.
Hann vísti eisini á, at eins og suðringar tóku fyri givið, at fólkatalið minkar á hvørjum ári, og stórt sæð hava givið skarvin yvir, fer alt føroyska samfelagið at fara inn á eina avtoftingarkós, sum er næstan ógjørlig at sleppa burtur úr aftur, tá man fyrst er komin inn í negativa spiralin.
Av tí at ein tílík gongd er munandi meiri seiglig í mun til knøppu kreppuna í 90’unum, fara vit eftir hondini at venja okkum við gongdina og taka hana fyri givið. Eftir fáum árum eru vit inni í sama negativa spirali sum Hetland hevur verið í, har fólkatalið minkaði í helvt.
- Longu í dag er føroyska livistøðið einans 80 prosent av tí danska. Tá ein føroyingur í Danmark hevur 100 kr. til nýtslu hevur ein føroyingur í Føroyum einans 80 kr. - umframt at kostnaðarstøðið er munandi hægri í Føroyum enn í Danmark. Henda gongdin fer at halda fram og munurin fer at vaksa í komandi árum, segði løgtingsmaðurin í september 2011.
Magni Laksafoss segði seg ikki ynskja at vera parlamentariskt grundarlag undir slíkari politiskari kós, sum er púra skeiv fyri okkara samfelag, og sum elvir til avtofting av Føroyum. - Eg vil at enda staðfesta, at eg ikki havi annað starv at fara í og havi heldur ongar ætlanir um at fara í annan flokk, so einasta orsøk til at eg ikki stilli upp, er omanfyri nevnda manglandi ábyrgdarkensla í politisku skipanini, segði Magni Laksáfoss.
Magni Laksafoss, var, sum sagt, ikki á fundinum, men tað var Edmund Joensen, fólkatingslimur:
Hann segði bart út, at Sambandsflokkurin í dag ikki vildi klárað at komið í gjøgnum eitt løgtingsval uttan at stórtapa, tí báturin liggur so søkklagin í sjónum, at hugsjónirnar eru skolaðar út.
Og so vóru tað fleiri sum hildu, at løgmaður enn livdi í valrúsinum, sum í dag bara ikki stendur mát við veruleikan.
Tað sissaði ikki fundarfólki, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, tosaði um vinnudrivin vøkstur og menning, ella at Bjørn Kalsø, røddi um menning av útbúgvingum og mentan, tá flokkurin sjálvur trivlaði seg fram í fólkafloksmjørkanum.
Sambandsflokkurin fekk av at vita á floksfundinum leygardagin.