Tað stendur nógv á Sambandsflokkinum í hesum døgum. Ákærur og ákoyringar móti løgmanni um at hava svikið stevnuskrá og grundsjónarmið floksins eru dagligur kostur síðan Sambandsflokkurin saman við Fólkaflokkinum grundaði hesa samgongu.
Fleiri framstandandi røddir innanhýsis í flokkinum rópa varskó og siga, at Sambandsflokkurin fullkomiliga hevur givið seg upp í hendurnar á Fólkaflokkinum, at Sambandsflokkurin er farin at reka svartan og kyniskan høgrapolitikk. Sagt verður, at øll realpolitisk ávirkan á førda politikkin hjá Sambandsflokkinum er burtur – bert taburettirnar eru eftir!
Spurningurin er so, um hald er í hesum pástandunum um at Fólkaflokkurin í samgongusamráðingunum hevur fingið upp í posa og sekk, bert fyri náðiliga at lova Sambandsflokkinum at fara niður at samráðast við danir í teirri trúgv, at blokkurin kundi hækkast við 130-200 milliónum krónum, sum Fólkaflokkurin – eftir hvat teir nú siga – frammanundan visti, ikki fór at blíva hækkaður nevnivert kortini!!
Eitt skal Fólkaflokkurin eiga: Hann dugir at telva, og hevur nærum sett Sambandsflokkin í skák mát. Fólkaflokkurin fekk báðar teir mest týðandi landsstýrissessirnar, fíggjarmál og fiskivinnumál. Fólkaflokkurin stýrir sostatt einsamallur búskapinum og vinnulívinum í Føroyum. Afturat hesum hevur flokkurin trumfað tiltiknu flatskattaskipanina ígjøgnum, og fyri at fíggja hana, hevur hann so, Guð náði okkum, fingið grønt ljós frá Sambandsflokkinum til at skatta pensjónirnar við inngjaldi, enntá við tí tunga endanum niðureftir.
Men Fólkaflokkurin er ikki liðugur enn! Tað liggur í kortunum, at Fólkaflokkurin nú eisini skal sleppa at gera enda á fiskivinnupolitikkinum, sum Sambandsflokkurin saman við sínum undanfarnu samstarvsfeløgum á tingi, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, hava sett út í kortið.
Veruligur liberalur politikkur á fiskivinnuøkinum sá her dagsins ljós fyri fyrstu ferð. Ein ítøkilig roynd var gjørd til tess, at marknaðarkreftirnar skuldu sleppa fram at okkara fiskatilfeingi. Tað eydnaðist, hóast harða mótstøðu frá Fólkaflokkinum, at selja 20.000 tons av makrelkvotuni á uppboðssølu. Hetta gav ein beinleiðis og ítøkiligan vinning fyri eigaran av hesum tilfeingi – Føroya fólki – upp á ikki minni enn 72 milliónir krónur.
Tað eydnaðist so sanniliga eisini hesum undanfarnu heldur skurvutu samstarvsflokkum, sum nú vóru leysir av fólkafloksspennitroyggjuni, at fáa eitt tilfeingisgjald upp á 25 oyru pr. kilo knæsett, sum gav landskassanum aðrar 15,7 killiónir krónur. Samanlagt gav nýggi frælslynti fiskivinnupolitikkurin íalt 87,7 milliónir krónur til eigaran.
Her var fyri fyrstu ferð í søguni staðfest hvørji ovurhonds stór virði talan er um, og sum Fólkaflokkurin fyri alt í verðini ikki ynskir skal koma veruliga eigaranum – Føroya fólki – til góðar, men bert nøkrum fáum útvaldum.
Henda politikk ætlar Fólkaflokkurin nú at forkoma. Spurningurin, sum øll seta sær í hesum døgum er tí: Megnar Sambandsflokkurin at halda fast við førda fiskivinnupolitikkin, ella fer hann at hokna undir trýstinum frá Fólkaflokkinum?
Sambært Fólkaflokkinum skal ongin stertur seljast á uppboðssølu, samstundis sum helst onki, sum bara ber brá av tilfeingisgjaldi, skal ásetast. Alt tilfeingið skal forerast burtur til eitt úrvalslið av frammanundan priviligeraðum persónum og/ella feløgum. Fólkaflokkurin hevur sostatt sett sær sum sítt fremsta politiska mál, at eigarin, “Føroya fólk”, ikki undir nøkrum umstøðum skal fáa nakað burtur úr hesum ríkidømi.
Fyrrverandi inhabili landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur somuleiðis opinlýst sýnt sína vanvirðing fyri sínum samgongufeløgum, og, satt at siga, beinleiðis eyðmýkt Sambandsflokkin, tá hann, uttan so mikið sum at kunna høvuðssamstarvsflokkin frammanundan, sendi eitt nýtt uppskot út til hoyringar, har hann ætlaði at innføra sokallaðu rullandi loyvini aftur.
Endamálið við hesum uppskoti er eyðvitað, at avgerðin hjá Sambandsflokkinum og hansara samstarvsfeløgun um at útskrivaðu loyvini til nakrar útvaldar, um exklusivt at gagnnýta okkara fiskatilfeingi, sum skuldu ganga út í 2018, nú definitivt kundi verða tileinkisgjørd og annulerað.
Ætlanin hjá Fólkaflokkinum er eyðsýniliga at taka ognar- og ræðisrættin til tilfeingið frá núverandi eigarunum – Føroya fólki – helst eina ferð med alla. Men fyri at hetta ikki skal virka alt ov áleypandi og ógvusligt í fyrsta umfari, so hava teir latið sær lynda at seta eina 12 ára freist á – sjálvsagt fyribils – til eitt nýtt høvi býðst at brúka íslendska modellið, har rætturin til tilfeingið verður latið ávísari yvirstætt fyri allar ævir.
Eftir øllum at døma út frá tí, sum higartil er komið fram, er hetta fremsta ynskið hjá Fólkaflokkinum, og tað tora teir av góðum grundum ikki at almannakunngerða. Jákup Mikkelsen nevndi í sínum uppskoti, at hendan leingjan av ræðis- og nýtslurættinum til tilfeingið, ikki hevði nakrar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan. Hvaðani hevur hann hesar upplýsingar? Loyvini umboða jú virðir fyri milliardir, um hugt verður eftir, hvat tey verða seld fyri. Kári Petersen, búskaparfrøðingur, hevur í sínum fyrilestri nevnt fleiri ítøkilig dømi. Hetta kunnu landsstýrið og løgtingið, sum umboðar eigaran, Føroya fólk, ikki vera blind fyri!
Tað minsta, sum kann krevjast av einum slíkum uppskoti er, at uppskotsstillarin antin hetta so er Jákup Mikkelsen, ella Jacob Vestergard, ikki beinleiðis móti betri vitandi ber fram ósannindir í einum lógaruppskoti. Treytin er, at hann ærliga og opinlýst fortelur Føroya fólki hvussu nógv gávan hesaferð ljóðar uppá við eini 12 ára leinging av einum loyvi, sum nú hevur 6 ár eftir, t.v.s. ein tvífalding.
Alt annað líka, gevur henda leinging loyvinum eitt virði upp á væl meira enn tað dupulta – heilt einfalt tí tað nú aftur verður rullandi, og enn einaferð má sigast upp av eini nýggjari samgongu, har í øllum føri Fólkaflokkurin ikki er partur! Gávan, ella missurin fyri landskassan, verður harvið møguliga 2-3 milliardir ella meira.
Tað paradoksala er, at eigarin av tilfeinginum – Føroya fólk – av hesum sama gávugevara verður skuldarbundin fyri góða millión um dagin, bert fyri at landskassin, sum gevur sína ogn burtur sum gávufæ, skal hóra undan. Møguliga enntá bara nøkur fá ár afturat, um núverandi búskaparpolitikkur heldur fram.
Gongur Sambandsflokkurin við til eitt tílíkt rán, so fær flokkurin ein álvarsligan trúvirðisspurning at dragast við í nógv ár framyvir, umframt at floksins trúfastu veljarar fara at seta stórt spurnartekn við, um Sambandsflokkurin veruliga er tað sosialliberala alternativið í føroyskum politikki, sum hann hevur sagt seg vera.
Niðurstøðan er, at tað verður til óbótaligan skaða, og bartút sagt ein politisk vanlukka, um Sambandsflokkurin bara í minsta mun verður identifiseraður við henda hugsjónarleysa, antiliberala politikkin hjá Fólkaflokkinum.
Velbastaður tann 10. mars 2012
Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin
PS: Býráðssamstarvið millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin er fyrimyndarligt.