Sambandið á fund um samgonguna

Sambandsflokkurin hevur boðað frá limafundi í Starvsmannafelagshúsinum í kvøld klokkan 19:30.


Sambært keldum, skal fundurin snúgva seg um samstarvið í samgonguni. 


Serliga eru tað krøvini hjá Fólkaflokkinum um rullandi loyvini,  tilfeingisgjald, flatskatt, skatting av pensjónum við inngjaldi, og mangt annað, sum seinastu tíðina hevur fylt almenna pallin, ið skal umrøðast.


Keldur, sum standa Sambandsflokkinum nær, siga, at talan kann vera um at tveita Fólkaflokkin úr samgongustarvinum.


Fyribils hevur ongin vilja gjørt viðmerkingar til innihaldi av hesum fundinum, men ongin hevur heldur víst aftur, at talan kann vera um at sleppa sær av við Fólkaflokkin.