Sambært leiðreglunum fyri Sjúkrakassagrunnin

Tann 1. apríl 2019 skal tann peningaupphædd, sum er tøk, býtast út á tey trý høvuðsøkini í Sjúkrakassagrunninum í mun til tær upphæddir, sum upprunaliga vórðu býttar út á høvuðsøkini. Tað vil siga, at søluinntøkan aftaná 1. apríl 2019 fer at verða útlutað til gransking og aðrar verkætlanir, sigur Rigmor Dam, m.a. í svari til Heðin Mortensen.  

Rigmor Dam, landsstýriskona, svarar fyrispurningi frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni.

§ 52a fyrispurning nr. 18/2017 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini grein 52a. Fyrispurningur um sølu av gamla bygninginum hjá Havnar Sjúkrakassa, sum Granskingarráðið umsitur, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Er hesin bygningur seldur?
2. Hevur hann verið alment lýstur til sølu, hvar og nær?
3. Um so er, hvussu nógv er hann seldur fyri?
4. Hvat hendir við leigumálinum hjá Barnahúsinum, sum Barnaverndarstovan umsitur?
5. Hvussu nógv fær Granskingarráðið burtur úr hesi sølu?

Svar
Til 1: Mentamálaráðið hevur frá Granskingarráðnum fingið upplýst, at bygningurin varð seldur í summar. Avtala um sølu varð gjørd 30. juni. Skeytið varð undirskrivað 10. juli við yvirtøkudegi 15. juli 2017. 

Mentamálráðið hevur ikki verið partur í tilgongdini í sambandi við søluna, sum Granskingargrunnurin hevur gjørt sambært leiðreglum fyri Sjúkrakassagrunnin, sum er at rokna sum ekstern fígging, sum Granskingarráðið umsitur.

Til 2: Granskingarráðið fekk handað ábyrgdina av bygninginum 31. mars 2014. Áðrenn hetta hevði bygningurin staðið til sølu hjá INNI. Í sambandi við yvirtøkuna varð avgerð tikin um at taka bygningin av sølulistanum hjá INNI, tí tey ikki mettu marknað at vera til at selja bygningin fyri metta minstavirðið á 4,5 mill. kr. 

Bygningurin hevur síðani staðið alment til sølu á heimasíðu Granskingarráðsins. Hetta hevur verið kunnað um umvegis Facebook síðu ráðsins. Fleiri fólk hava víst áhugað fyri bygninginum síðani í 2014 og framvísingar hava verið.

Í sambandi við, at fleiri fólk vístu áhuga á vári 2017 og at boð uppá 4,5 mill. kr. kom uppá bygningin mitt í juni varð í samráði við advokat og Granskingarnevndina avrátt at kunna um innkomin boð á Facebook síðu ráðsins. Tað vóru 8 áhugaðir partar og hugdu at ognini í hesum tíðarskeiðinum. Tveir av hesum bjóðaðu. Allir partarnir vóru leypandi kunnaðir um boðini. 

Til 3: Bygningurin er seldur fyri 4,9 mill. kr. Hetta er 400 tkr. meira enn hann varð virðismettur til í roknskapinum á yvirtøkudegnum og sum var ásetti minstiprísurin.

Til 4: Tað vóru tvey leigumál í bygninginum, tá hann varð seldur. Hesi halda sambært skeytinum fram í óbroyttum líki. Keypararnir yvirtóku verandi leigusáttmálar.

Til 5: Granskingarráðið, sum fyrisitir Granskingargrunnin og Sjúkrakassagrunnin, fær einki beinleiðis burturúr hesi sølu. 

Keypspeningurin, minus útreiðslur til advokathjálp, kemur sambært leiðreglunum fyri Sjúkrakassagrunnin at standa bundin til 1. apríl 2019 sum trygd fyri møguligari skuld og skyldur í sambandi við umsiting og útlutan av sjúkrakassafænum. Tann 1. apríl 2019 skal tann peningaupphædd, sum er tøk, býtast út á tey trý høvuðsøkini í Sjúkrakassagrunninum í mun til tær upphæddir, sum upprunaliga vórðu býttar út á høvuðsøkini. Tað vil siga, at søluinntøkan aftaná 1. apríl 2019 fer at verða útlutað til gransking og aðrar verkætlanir. 

Vinarliga
Mentamálaráðið

Rigmor Dam
landsstýriskvinna