Samanumtøka av kjakinum á Vinnudegnum 2011

Á vinnudegnum, sum var fríggjadagin 30. September 2011, varð skipað fyri kjaki um týdningin av einum sterkum vinnulívi. Ingunn Eiriksdóttir, Johnny í Grótinum og Tummas Justinussen vóru í panelinum, og lívligt kjak spurdist burturúr.


Kjakast varð m.a. um tann stóra týdningin, sum støðugir karmar hava fyri vinnulívið, og vístu kjakararnir á, at ótryggir karmar skapa ineffektivitet í samfelagnum. Johnny í Grótinum helt, at skapa vit tryggar karmar, so skulu íløgurnar í eitt nú fiskivinnuna nokk koma. Í løtuni eru bankarnar sera trekir at fíggja íløgur í fiskivinnuna, m.a. tí tað er so ógreitt, hvat skal henda framyvir. Tummas Justinussen helt eisini, at karmarnir um fiskivinnuna máttu fáast uppá pláss, tó at hann helt, at bankarnir eisini máttu spæla meira við. Hann helt, at bankarnar vóru farnar úr einari grøv í aðra, tá tað kom til at fíggja vinnuligar íløgur.


Tummas Justinussen helt, at man so ella so mátti fáa føroyingar at gera íløgur aftur, og at tað er løgið, at tað almenna straffar tey, sum vera verandi í vinnuni og gera íløgur. Vit mugu steðga streyminum av pengum úr landinum og í størri mun fáa teir at arbeiða í Føroyum í staðin.


Ingunn Eiriksdóttir legði dent á týdningin av at skapa eitt effektivt vinnulív gjøgnum kapping og tann mátan, sum tað almenna keypir inn eftir. Tummas Justinussen helt, at vit serliga skapa eitt effektivt vinnulív við at satsa uppá at menna tað, vit duga. Johnny í Grótinum vísti eisini á, at vit flyta okkum spakuliga yvir í nýggjar vinnur, t.d. frá fiskivinnu yvir í supply- og farmavinnu.


At enda vórðu kjakararnir bidnir um at nevna teirra størstu ynski til karmarnar kring vinnulívið. Johnny í Grótinum vísti á karmarnar um fiskivinnuna, eftirlønarnýskipanina og búskaparpolitiska stýring. Ingunn Eiriksdóttir ynskti sær fleiri politiskar langtíðarsemjur, meira alment-privat samstarv, og at tað í størri mun verður roynt at byggja brúgv millum ástøði og praksis. Tummas Justinussen vísti eisini á fiskivinnupolitikkin, og ynskti sær harafturat eina nýskipan av arbeiðsmarknaðinum – her hugsaði hann serliga um møguleikan at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, so streymurin ikki bara er einvegis úteftir.