Samanberingin við 80-árini er ikki røtt

Fíggjarmálaráðið metur ikki at samanberingin, sum búskaparfrøðingurin Jonhard Eliasen ger tá hann samanber játtanar- og roknskaparviðurskiftini í dag við viðurskiftini í 80 árunum, er røtt.


Í áttatiárunum var ein ørgrynna av grunnum, sum livdu teirra egna lív. Í nøkrum grunnum vóru veruligir pengar skyldir frá landskassans gjaldføri. Hjá flestu grunnunum vóru ognirnar partur av landskassans gjaldføri.


Einki samband var millum játtan á fíggjarlógini, og virksemið, ið var sett ígongd, og tað sum verri var, at einki samband var millum játtan á fíggjarlógini og skyldur, sum landið tók á seg (veðhald og lán vóru givin uttan at hetta ávirkaði fíggjarlógina).


Í dag hava vit eina játtanarskipan og eitt roknskarparverk, ið greitt vísa bæði hvørjar skyldur landið tekur á seg ( víst í tí sonevnda RLÚ 1) og hvat alment virksemi verður sett í gongd (víst í RLÚ 2). Landsroknskapurin fyri 2011 er ikki liðugur enn, men vísir í løtuni eitt RLÚ 1 hall uppá góðar 348 mió. kr.


Tó skal viðmerkjast, at nakrir fáir almennir stovnar og grunnar framhaldandi liggja uttanfyri landsins roknskaparverk og áttu helst at verði tiknir innum. Eisini hava tað verið stórar almennar verkætlanir, ið hvørki hava verið við á fíggjarlóg ella í landsroknskapi. Nýggjasta dømið er leingjanin av flogvøllinum.


Í 2009 fingu vit eina nýggja játtabarskipan við lóg, ið ásetti at tá landið játtaði og harvið bant seg til eina útreiðslu, skuldi hon takast við í fíggjarlóg og landsroknskapin sama ár. Árini frammanundan hevði man bundið seg til stórar stuðulsupphæddir uttan, at hetta sást á fíggjarlógini og í landsroknskapinum.


Tað hevur í mong ár áhaldandi verið funnist at, at ikki ber til at flyta eina óbrúkta játtan tvørtur um eitt ársskifti. Spurningurin varð viðgjørdur tá nýggja játtanarskipanin bleiv gjørd. Fyri at nøkta tørvin, har hann varð mettur størstur og sostætt avmarka nýtsluna av hesum, varð skipanin gjørd soleiðis at møguleiki varð fyri at flyta óbrúkta løgujáttan og stuðulsjáttan til seinni fíggjarár.


Ætlanin við lógarásetingini er ikki at hon skuldi brúkast at savna upp pening óneyðugt yvir fleiri ár, at nýta til einaferð úti í framtíðini. Verður hetta gongdin kann blíva neyðugt at tillaga regluverkið. Samanumtikið kann sigast, at politiska skipanin í dag hevur alla neyðuga roknskapar informatión at grunda sínar avgerðir á, og vit á hesum øki ikki standa aftanfyri grannalond okkara.


Fíggjarmálaráðið, 11. apríl 2012