Sámal Edil Patursson 100 ár

Odd Fellow sunnudagin 11. juni kl 15.

Í dag seinnapartin var føðingardagur hildin í Odd Fellow í Havn, nú Sámal Patursson fyllir 100 ár. Fleiri røður vórðu hildnar og Annika Olsen, borgarstjóri, heilsaði Sámali og konuni Elisabeth frá Tórshavnar kommunu.

Annnika byrjaði við at lesa eitt brot hjá heimsgitna rithøvundinum H.C. Andersen í søguni “Urtagarðsmaðurin og harrafólkini”, sum Marius Johannesen týddi til føroyskt, at: 

“Tað, sum ongin annar urtagarðsmaður hevði hugsað um at planta ríkiliga í urtagarðin hjá harragarðsfólkunum, setti hann her niður í ta jørð, sum hóskaði best, og hann gav teimum ljós og skugga, sum hvør planta hevði fyri neyðini. Hann hjúklaði um við kærleika, og upp vaks tað í dýrdleika. Baraldurin av heiðini vaks har og líktist bæði í skapi og liti teirri italsku cypressini, meðan kristtyrnið so blankt, men við hvøssum tindum, var grønt bæði summar og vetur og var fagurt á at líta.”

Halgabók hevur somuleiðis nógvar tilsipingar til urtagarðsmannin. Menniskjuni vórðu skapt til at búgva í urtagarðinum og høvdu til uppgávu at røkja hann. 

Góði urtagarðsmaðurin ger heiðina til urtagarð, hann veit, at fyri at heysta má hann sáa – og hann veit, nær hann skal gera bæði.

Hetta rann mær til hugs, tá eg hoyrdi um stríð tygara at velta og skapa urta- og blómugarðar úr gaddajørð. Tað má hava verið eitt øgiligt strev at fáa lendið í Kirkjubø egnað til urtagarðsbrúk, nakað, sum pápi tygara legði lunnar undir.

---

Í 1959 fekk fingu tygum eina trøð inni í Dølum burturav festinum hjá pápanum. Tað var m.a. haðani, havnarfólk fingu epli og røtur og annað grønmeti. 

Grønmetið var at fáa í Smæruni og hjá P. A. Restorff. Mong gjørdu sær ørindi til Kirkjubøar at keypa stautur og fleiriáraplantur. 

Tað hevur verið eitt ótrúliga fjølbroytt virksemi, tygum og konan Elisabeth hava staðið fyri. Tit hava selt tulipanur, hyasintur, páskaliljur - og hvør minnist ikki dekoratiónirnar og prýðini, ið vórðu at fáa til jóla. Og ikki at gloyma rabarburnar. Og so bundu tit kransar til allar blómuhandlarnar. 

---

Fyrsti urtagarðsmaðurin í søguni var Adam. Várharra segði við hann: 

"Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði."

Tað tykist, sum tygum hava tikið hetta bókstaviliga, og kanska tað kann hava nakað við høga aldurin og góðu heilsuna at gera. Familjan sigur, at tað sterkasta tygum hava drukkið er te, at tygum hava livað av soltnum mati, fiski og grønmeti, persillu og tara, eplum og rótum og grønkáli. 

Og tygum hava gingið nógv og fingið ovmikið av frískari luft, og hildu á at svimja líka til tygum góvust at koyra bil sum 90 ára gamalur. Og tað man vera eindømi at síggja 94 ára gamlan mann við stavi at seta epli niður.

Tygum hava sostatt neyvt fylgt ráðunum hjá Fólkaheilsuráðnum - mansaldrar, áðrenn Fólkaheilsuráðið var til.

---



Tit bæði hava verið sera góð við kirkjuna í Kirkjubø. Tað er einastandandi at hoyra, at tað í ár eru fimti ár síðan tygum byrjaðu at syrgja fyri, at frískar blómur stóðu á altarinum til hvørja einastu gudstænastu. 

Slíkt trúfesti er undrunarvert.

Eisini vóru tit góð við KFUM og KFUK í Havn. Mong minnast einastandandi rabarbukøkurnar, ið lutaðar vórðu burtur á ólavsøku. Eg hoyri, at seinasti greyturin varð kókaður á Heiminum í Mattalág fyri einans fýra árum síðan.

---



Rithøvundurin Tove Ditlevsen skrivaði, at mong eldri aldri verða javngomul við seg sjálvan. Sinnið kann vera ungt og lívsgleðin stór, hóast árini eru mong. Tit bæði kunnu enn í takksemi gleðast um at hava hvønnannan langt upp í elliár.

Í dag kunnu tit fegnast um eina stóra familju, børn og tilsamans 20 barnabørn og langommu- og langabbabørn, sum vitja tykkum regluliga og bera tíðindi heiman.

Eg fari at enda við at takka tykkum báðum fyri tykkara stóra ískoyti til trivnaðin í kommununi og um landið alt. Tit hava slóðað fyri innan velting og urtagarðsrøkt. 

Og tit hava á allan hátt annars verið einastandandi fyrimyndir fyri tykkara eftirkomarar og okkum øll.

Hjartans tøkk, tit bæði. 

Og enn einaferð: Hjartaliga tillukku við degnum, Sámal. Gud gevið tykkum báðum eitt blýtt lívskvøld.

---

Annika Olsen
borgarstjóri