Russiski sendiharrin á vitjan í Føroyum

Í døgunum 28. til 30. mai vitjar russiski sendiharrin til Kongaríkið Danmarkar, Mikhail Vanin í Føroyum.


Undir vitjanina skal sendiharrin hava fund við uttanríkistænastuna og løgmann. Á skránni fyri fundin er ynski hjá føroyingum um ein fríhandilssáttmála millum Føroyar og Russland.


Á ferðini skal sendiharrin eisini hitta landsstýrismenninar í vinnumálum og fiskivinnumálum.


Sendiharrin vitjar eisini føroyskt vinnulív.