Tvær ferðir um árið ( í apríl og oktober) fáa øll húski í Tòrshavnar kommunu borið eina rullu við 28 ruskposum. Hesir posar skulu røkka í eitt hálvt ár. Fyri at fáa ruskposar, skal húskið vera skrásett í fólkayvirlitinum í kommununi. Húski við fimm fólkum ellafleiri fáa tvær rullur.
Fólk ella húski, ið hava tørv á fleiri posum, ella sum ikki eru skrásett í kommununi, kunnu nýta vinnuposar. Hesir, við bláari áskrift „VINNUBURTURKAST“, kunnu keypast í handlum í býnum. Heinting og burturbeining av posunum er íroknað keypsprísinum fyri vinnuposarnar.
Í viku 40 í 2011, tað er 3. - 9. oktober, fáa øll húski í kommununi borið eina rullu við 28 ruskposum.
http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1041
Kelda. www.torshavn.fo