Rúsdrekka eigur ikki at fylla meira í samfelagnum

Framsókn legði í farnu viku fram uppskot um at fáa vín og øl út í handlarnar.
 
Hetta er eftirhondini ein skøvað pláta frá hesum flokki, ið nærum tykist hava hetta sum sítt fremsta hjartamál.
 
Og sjálvandi er hetta bara fyrsta fetið. Tá øl og vín eru komin í handlarnar - ja, kanska í hvørja grillbarr, fer Framsókn eisini at royna at trýsta brennivín út í handlarnar. Tað verður eisini truplari at varðveita Rúsdrekkasøluna, um hon longu er tømd fyri øl og vín.
 
Ivist ikki í, at hetta er ein kærkomin háttur at økja um søluna hjá nógvum handilsrekandi kring landið, og tað kann eisini tykjast óskyldugt. Hví skulu tey, ið vilja rúsa seg, ikki kunnu fara á bensinstøðina klokkan tíggju um kvøldið ella klokkan sjey um morgunin at keypa ein javnara? Hví skal samfelagið avgera, hvat hesi skulu sleppa og ikki? Er hetta ikki at skerja frælsið hjá fólki?
 
Tað kann mann siga. Men umvent vita vit, at trupla atgongdin til alkohol ger tað torførari at drekka nær sum helst. Tað er í sjálvum sær ein fyrimunur, at tú ikki kanst fara út eftir einum javnara ein sunnumorgun, tí at alt varð drukkið upp náttina fyri.
 
Størsti týdningurin av at avmarka alkoholsølu er tó, at hesar skaðiligu vørur ikki standa á hvørjum gøtuhorni og freista. Tey, ið eru bundin at alkoholi, vita hvar tey kunnu finna tað og kunnu eisini fáa onnur at keypa fyri seg. Men tey, ið ikki drekka - til dømis ungdómar - verða sum nú er ikki líka lætt freistað til at drekka.
 
Alkohol skal ikki vera ein gerandisvøra
Tað snýr seg snøgt sagt um mentanarligu støðuna hjá alkoholi.
 
Vit eiga ikki at stremba eftir, at alkohol verður ein gerandisvøra, eins og í Danmark. Langt upp í tíðina var púra vanligt, at donsk arbeiðsfólk drukku øl mitt í arbeiðstíð, bæði til døgurða, men eisini í pausum.
 
Vit kunnu ikki forbjóða alkoholi, men vit kunnu siga, at hetta er ein serlig vøra, ið einans skal brúkast til serlig høvi.
 
Tí sendir tað eitt skeivt signal, at stilla øl og vín út í handlarnar. Flottu etiketturnar og gylta litspælið fær uttan iva nógv at munga, ið annars høvdu funnið sær sunnari løg at koyrt í innkeypsvognin.
 
Harumframt verður tað eisini munandi lættari hjá ungum undir 18 ár at snýta seg til rúsandi løg.
 
Starvsfólk í gerandisvøruhandlum hava ikki sama møguleika at tryggja, at ung ella rúsað fólk ikki sníkja nakrar øl ella eina fløsku av víni millum hinar vørurnar.
 
Ofta gongur skjótt við kassan, og lætt er at gloyma at biðja um samleikaprógv. Nógv av kassafólkunum eru jú ikki sjálvi 18 ár, og eiga tí heldur ikki at hava eina slíka ábyrgd á sínum herðum. Hvat skal ein neyðars níggindafloksnæmingur gera, tá ein bólkur av miðnámsnæmingum undir 18 ár koma í handilin at keypa øl?
 
Alkohol og bólkatrýst
Føroyska alkoholnýtslan er munandi lægri enn tann danska, og tað er sera, sera gott.
 
Vit hava ikki somu drykkjumentan, og hava heldur ikki ta fatan, at alkohol skal vera blandað upp í nærum alt.
 
Í Føroyum er einki trýst á at skula bjóða alkoholskar drykkir til tiltøk, føðingardagar, móttøkur o.s.fr. Sjálvandi stendur øllum frítt at bjóða slíkt, men tað er ikki nakað bólkatrýst at hava slíkt á borðinum.
 
Tað er fríandi, at vit liva í einum landi, har fólk ikki automatiskt vænta, at tú drekkur alkohol. Tað er fríandi at liva í eini mentan, har alkohol ikki er eitt atgongumerki til at vera partur av “normala” felagsskapinum.
 
Sjálvandi er hetta ikki bara ein vinnupolitiskur spurningur, men eisini ein mentanarligur spurningur.
 
Vit eru nógv, ið ynskja eitt samfelag, har alkohol er nakað serligt, ið verður brúkt til serlig høvi - ikki nakað vanligt, ið verður brúkt av gomlum vana, sum um tað var kaffi ella te.
 
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður