Rundkoyring við Sundsvegin/Óluvugøtu

J&K Petersen eru byrjaðir at gera rundkoyringina, sum liggur á krossinum millum Sundsvegin, Óluvugøtu og Vegin Langa.


Tórshavnar kommuna hevur gjørt sáttmála við J & K Petersen at gera hesa rundkoyring, fyri at fáa eina ferðslutryggari loysn við vegakrosiin Sundsvegur-Óluvugóta-Vegurin Langi.


Arbeiðið tekur umleið ein mánaða og verður liðugt fyrst í februar 2013.