Rundkoyring og dagførdur Sundsvegur

Nú skal rundkoyringin Sundsvegur – Blómubrekka – Óluvugøta endiliga gerast. Eisini skal Sundsvegurin dagførast.


Rundkoyringin hevur ein diametur upp á 37 m við 3 m gongu- og súkklubreyt. Atlit eru tikin til estetik, og at møguleiki verður at planta vøkstur í skráarnar. Eisini verður grótgarður laðaður, har tað er neyðugt.


Tekniska nevnd og fíggjarnevndin samtyktu at taka undir við tilmælinum frá býarverkfrøðinginum at játta kr. 200.000,- kr til projektering av skitsuuppskoti við kostnaðarmeting. Hetta varð einmælt samtykt í býráðnum fyrrakvøldið.


Samstundis varð eisini samtykt at dagføra Sundsvegin frá Vestara Ringvegi líka til nýggja innkomuvegin til Havnar. Hetta er eisini við atliti til fjarhitaleiðing til t.d. nýggja tónlistaskúlan, Norðurlandahúsið, møguliga nýggja svimjihøll og Gundadalsøkið annars.


Býráðið hevur samtykt, at játta kr. 400.000 kr til projektering.