Sandoyggin er ein av 11 oyggjum, har eingin rotta er. Tað er okkara ábyrgd at fyribyrgja, at rotta sleppur til Sandoyar.
Í Sandoynni er eitt ríkt fuglalív eins og í hinum oyggjunum, har eingin rotta er. Kemur rotta til oynna, verður tað til stóran skaða fyri fuglalívið. Serliga er tað fuglur, sum reiðrast í holum, ið verður oyddur av rottu, eitt nú skrápur, drunnhvíti og lundi.
Nú tunnilin til Sandoyar er sprongdur ígjøgnum, skulu vit ansa enn betur eftir, at vit ikki flyta rottu við okkum til oynna.
Tá koyrandi verður til Sandoyar, fer ferðslan uttan iva at økjast, og verða sannlíkindini fyri, at rotta sleppur til Sandoyar størri. Tað er tí sera umráðandi, at øll, sum senda ella flyta vøru til oynna, ansa eftir, at vøran er væl pakkað og heil, so at eingin rotta fylgir við. Eisini er umráðandi, at kommunurnar støðugt skipa fyri yvirvøku, fyri at fylgja við, um rotta skuldi verið í oynni, og at kommunurnar hava eina tilbúgving, so tær altíð eru til reiðar at týna rottuna beinan vegin, skuldi hon komið til oynna.
Umhvørvisstovan samskipar fyribyrging og týning av rottu saman við kommununum, og vegleiðir um yvirvøku og tilbúgving.
Harafturat er tað umráðandi, at øll sum búgva ella vitja Sandoynna, beinan vegin boða kommununi frá, um ein hevur sæð rottu.