Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini - til atkvøðugreiðslu í Tinginum í dag 21. apríl
Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingskvinna
Svarari: Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Sosialir bústaðir
Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir liggja fyri framman um at byggja bústaðir til serligar útsettar málbólkar og sosialt byggjarí?
2. Hevur Almannamálaráðið (Bústaðir) ein bíðilista til sosialar bústaðir?
3. Hava samráðingar verið millum millum viðkomandi partarnar um at byggja til henda serliga sárbara málbólk?
4. Eru nakrar forðingar fyri, at kommunur kunnu vera við ella byggja sosial byggjarí?
5. Er nakað samstarv við kommunur um bíðilista til sosialar bústaðir?
Viðmerkingar:
Ein av fremstu uppgávunum hjá politisku skipanini eigur og skal verða at taka hond um teir borgarar, sum ikki eru førir fyri ella hava møguleika at klára seg sjálvar. Talan er um fólk, sum eru sosialt útsett og sum liva á kantinum av samfelagnum, sum oftast hava sosialar, sálarligar og rúsevna- ella rúsdrekkatruplleikar. Hesi menniskju hava ikki møguleika at búgva á herbergi, og liva tí undir óvirðiligum viðurskiftum úti í okkara samfelag.
Tá bústaðarpakkin bleiv samtyktur, varð áherðsla løgd á at gera broytingar, sum skuldu geva spennandi møguleikar til framtíðar íbúðarbygging í Føroyum, bæði fyri vanligar íbúðir, íbúðir til serligar málbólkar og sosialt byggjarí. Við teimum broytingum, ið meirilutin í Løgtingsins Trivnaðarnevnd gjørdi tá, var høðvusendamálið, at bústaðarpakkin skuldi venda sosialt rætt, fyri eisini at taka hond um tey, sum ikki hava møguleika at útvega sær sjálvum bústað.
Almannaverkið hevur rætt til 5. hvørja íbúð, sum verður bygd av Bústøðum, men ivasamt er, um hesir serligu sosialt útsettu málbólkar eru fevndir av hesum. Tað er áður upplýst, at tað eru um eini hálvthundrað fólk, sum standa á bíðilista hjá einari av kommununum, men ivasamt er, um tey eisini eru á bíðilista hjá Bústøðum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 7. apríl 2022
Rósa Samuelsen