Rósa Samuelsen spyr um hjálp til børn og ung við psykiatriskum diagnosum

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár sett Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- ogmentamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um hjálp til børn og ung við psykiatriskum diagnosum.

Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:

1. Er nøkur ætlan í gongd fyri at bøta um skúlatilboðið til børn í fólkaskúlanum við psykiatriskum diagnosum, sum t.d. ADHD og autismu?

2. Hví verða einsæris tímar so sjáldan játtaðir til hesi børnini í skúlanum, tá tað er neyðugt - umikki annað, so í eitt avmarkað tíðarskeið?

3. Er tað ein gongd leið at umskipa verandi skúla- og námsfrøðiligar tænastur til meira tvørgeiralig og tvørprofessionel skúla- og námsfrøðilig samstørv?

4. Er ætlanin at uppraðfesta Sernám, so øll við serligum avbjóðingum fáa útgreining, ráðgeving og viðgerð?

5. Hvat skal til fyri at seta samskipanarstarvsfólk, ið kunnu samskipa skúla- og frítíðarskúla til børnini við psykiatriskum diagnosum?

6. Hvørjar lógarbroytingar skulu til fyri at fremja skúla- og námsfrøðilig samstørv til børn og ung við psykiatriskum diagnosum?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at ein kanning hjá Fólkaheilsuráðnum frá november 2020 vísti, at sálarliga heilsustøðan hjá nøkrum ungum í Føroyumer alt annað enn góð.

Í øðrum londum veit mann, at ein partur av ungum, ið stríðast sálarliga, eru ung, sum hava psykiatriskar diagnosur, t.d. ADHD ella eru í autismuspektrinum, og sum ikki hava fingið rætt skúla- og námsfrøðiligt tilboð. Í seinastuni hevur ofta verið frammi, at nógv rúsevni eru at finna millum ung í Føroyum.

Í øðrum londum hava kanningar víst, at nøkur av hesum ungu, ið gerast bundin at rúsevnum, eru ung við psykiatriskum diagnosum, sum ikki hava fingið góða skúlagongd og nøktandi námsfrøðilig tilboð.

Ein kanning hjá Rockwool-fondinum í Danmark í 2012, vísti, at fólk,ið ikki fáa viðgerð fyri ADHD, kosta danska statinum 2,8 mia. kr. um árið.

Í Íslandi hevur mannlagt dent á, at hesi børn og ung hava heilt serligar førleikar, og tá tey gerast vaksin fara tey í parttíðar- ella fulltíðarstørv.

Hetta hevur við sær, at tey ikki kosta eins nógv fyri tað almenna sum í Danmark.

Talgildu Føroyar er eitt frambrot, sum gevur nógvar møguleikar, t.d. til at skapa eina talgilda námsfrøðiliga miðstøð fyri børn og ung við psykiatriskum diagnosum.

Hetta fyri at røkka so nógvum sum møguligt og veita ráðgeving og upplæring.

At enda sigur Rósa Samuelsen, í sínum viðmerkingum, at tað hevur stóran týdning, tá børn og ung hava fingið staðfest psykiatriskar diagnosur,at tey ikki verða slept uppá fjall, og at landsstýrismaðurin tekur ítøkilig stig rætta vegin.

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin