Ítróttasamband Føroya fegnast um, at tað gerst alsamt meiri vanligt, at skúlar kring landið bjóða næmingum í framhaldsdeildunum tilboðið at ganga á ítróttabreyt ella ítróttaflokki.
Handilsskúlin á Kambsdali royndi seg við fótbóltsbreyt fyri nøkrum árum síðani, og í fjør byrjaði Tórshavnar Kommunuskúli at bjóða fram fótbóltsbreyt í 9. flokki.
Nú skúlarið byrjar, frættist um fleiri slíkar breytir. Í Klaksvík verður hondbóltsbreyt fyriskipað. Og í Vági er breytin víðkað til eisini at fevna um aðrar ítróttagreinir enn fótbólt. Hetta ger tilboðið meiri fjølbroytt og viðkomandi fyri fleiri næmingar. Hetta er at fegnast um.
Ítróttasamband Føroya hevur støðugt heitt á landsins myndugleikar at fáa meiri ítrótt og likamligt virksemi inn í skúlarnar. Hetta er sjálvandi til gagns fyri ítróttin, men mest av øllum til gagns fyri fólkaheilsuna hjá øllum føroyingum.
Samstundis sum vit fegnast um, at skipanin við ítróttarflokkum og – breytum mennist, fara vit tí enn einaferð at heita á landsins myndugleikar og skúlarnar kring landið at hugsa meiri rørslu inn í dagliga skúlatilboðið hjá øllum næmingum.
Sæð frá einum fólkaheilsuligum sjónarmiði er tað eingin ivi um, at tey, sum í fyrsta lagi leita sær í ein ítróttarflokk ella breyt, eru tey, sum eru væl fyri ítróttarliga. Tað er tí ein ábyrgd hjá okkum at geva øllum øðrum næmingum eitt rørslutilboð eisini.
Sunnir rørslu- og lívsvanar menna okkara barna- og ungdómsár, styrkja okkara vaksna lív og tryggja betri heilsu og lívsdygd í ellini.