Í góðum hýri varð fyrsti Rørslufagnaðurin í ár hildin í Vági, og sum sæst á myndunum hugnaðu fólk sær óført. Nú er so túrurin komin til høvuðsstaðin.
Byrjað verður á parkeringsplássinum við Batmintonhøllina við eini fagnaðargongu fríggjadagin 24. mai kl. 10. Eftir hetta verður ymiskt spennandi rørsluvirksemi.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Børn og ung og annars ungar sálir í øllum aldri
Her, meira kunning um Rørslufagnaðin, ið verður í Havnini: http://www.folkaheilsa.fo/news-rorslufagnadur+verdur+i+havn+24+mai.htm